Gleðilig jól!

“Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal. (Hetta fyrsta manntalið var, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýriulandi). Og øll fóru at verða skrivað, hvør í ættarbygd sína. Men eisini Jósef fór úr Galileu, úr bygdini Nasaret, niðan til Júdeu, til Dávids bygd, sum eitur Betlehem, tí at hann var slektaður av Dávids húsi og ætt, at verða skrivaður, saman við Mariu, trúlovaðu festarmoy síni, sum var við barn. Men tað hendi, meðan tey vóru har, at tíðin kom, at hon skuldi eiga barn. Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum. Og tað vóru hirðar har í sama bygdarlaginum, sum lógu úti á markini um náttina og goymdu at seyðafylgjum sínum. Og sí, eingil Harrans stóð hjá teimum, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir, og teir vórðu ógvuliga óttafullir. Og eingilin segði við teir: “Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! Og hetta skulu tit hava til merkis: Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu.” Og í somu stund var hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Gudi og søgdu: “Heiður veri Gudi í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!” (Luk 2,1-14)

LES EISINI  Kom til gudstænastu við Trúboðanum

Gud hevur gripið inn!

Hesin teksturin fortelur okkum um ta mest undurfullu føðingina í heimssøguni: Jesu føðing. Tað er hetta, sum vit hátíðarhalda hvørji jól. Og hvørji jól syngja vit eisini:

 

“Gleðilig jól! Gleðilig jól!”
ljóðar av himli einglalag.
“Armi syndari, óttast ei nú,
gleðiboðskapin hoyrir tú:
:,: Jesus er føddur í dag!” :,:

Lukas undirstrikar søguligu samtíðina væl og virðiliga. Hetta síggja vit til dømis eisini í Lukas 1,1-4 og Lukas 3,1-2. Men hví er Lukas so nágreiniligur, og hvønn týdning hava allir hesir søgufrøðiligu staklutirnir fyri okkum? Jú, lýsingin av søguligu samtíðini undirstrikar nevniliga fyri okkum, at hetta er nakað, sum er farið fram í heimssøguni. Gud hevur gripið inn í okkara heimssøgu við síni frelsu.

Ein frelsari er føddur

Eingil Harrans segði við hirðarnar úti á markini: “Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!” Í dag ljóða hesi orðini eisini til okkara.

Men hava vit veruliga brúk fyri einum frelsara? Svarið til henda spurning finna vit í teimum ymisku bíbilsku tekstunum, sum viðgera hitt djúpa syndafallið hjá mannaættini. Í Rómverjabrævinum 3,10-12 og 23 sigur Paulus til dømis: “Tann er eingin, sum rættvísur er, ikki ein; tann er eingin, sum vitur er; tann er eingin, sum søkir Gud. Allir eru teir viknir av leið, allir sum ein vorðnir spiltir; tann er eingin, sum ger gott, ikki ein tann einasti… Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guds heiður…” Vit eru altso øll syndarar, og sambært Jesaja 59,2 er tað nevniliga syndin, ið skilir okkum frá Gudi: “Nei, tað eru misgerðir tykkara, sum hava gjørt skilnað millum tykkara og Guds tykkara…” Av tí at Gud er upphavið til alt lív, so er skilnaðurin við hann harvið eisini ein skilnaður við sjálvt lívið.

Vit hava altso øll brúk fyri einum frelsara til at frelsa okkum frá hesum skilnaðinum – frá deyðanum til lívið.

Og tað er hesin frelsarin, sum varð føddur í Betlehem tey fyrstu jólini: “Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur”.

Meiningin við lívinum

Jesu frelsugerningur er fullgjørdur! Hann hevur gjørt alt, sum skal til fyri at frelsa okkum. Hann tók okkara syndir á seg sjálvan. Hann doyði í okkara stað. Hann reis upp frá deyðum. Og við trúnni á tann upprisna frelsaran kunnu vit liva í vónini um, at vit eisini skulu rísa upp til eitt ævigt lív saman við Gudi heima í Himli. Og hitt dýrabarasta av øllum og meiningin við sjálvum lívinum er jú at liva saman við Gudi! Tað var eisini hetta, sum kirkjufaðirin Augustin legði dent á, tá ið hann segði: “Tú hevur skapað okkum til tín sjálvs, Harri, og okkara hjørtu hava ongan frið, til tey finna frið í tær.”

Í Jesusi verða vit frelst aftur til tann upprunaliga felagsskapin við Gud, sum vit mistu í syndafallinum.

Í Jesusi sleppa vit at síggja ein nýggjan himmal og eina nýggja jørð. “Og eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð, tí at hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru horvin, og havið var ikki longur til. Og eg sá staðin heilaga, hitt nýggja Jerúsalem, stíga niður av himni frá Gudi, búnan sum brúður, ið er skrýdd fyri manni sínum. Og eg hoyrdi harða reyst frá hásætinum, sum segði: “Sí, tjaldbúð Guds er hjá menniskjunum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Guð sjálvur skal vera hjá teimum. Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið” (Opb 21,1-4).

LES EISINI  Ein nýggjur vegur heim í Guds ríki

Tey størstu og bestu tíðindini

Okkum er ein frelsari føddur, og vit hava alla orsøk til at gleðast saman við hirðunum, sum funnu barnið reivað og liggjandi í eini krubbu.

Hetta var jú ikki ein og hvør, sum lá í krubbuni. Hetta var og er okkara frelsari! Hetta er okkara Harri og Gud, sum er komin fyri at frelsa okkum heim til sín sjálvs.

Tað gevur altso sera góða meining at ynskja hvør øðrum gleðilig jól, tí at jólini bera okkum jú tey størstu og bestu tíðindini, sum heimurin nakrantíð hevur hoyrt: “Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!” (Luk 2,11)

“Gleðilig jól! Gleðilig jól!”
ljóðar av himli einglalag.
“Armi syndari, óttast ei nú,
gleðiboðskapin hoyrir tú:
:,: Jesus er føddur í dag!” :,:

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina