GLS leiðsluráðstevna í januar

Altjóða leiðsluráðstevnan The Global Leadership Summit (GLS) verður hildin í Norðurlandahúsinum 19. og 20. januar 2019. Endamálið við ráðstevnuni er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar, har teir eru. Fyrilestrarhaldararnir hava ymiskar viðkomandi vinnuligar og andaligar førleikar, ið á hvør sín hátt kveikja og bjóða einum av, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

Í ár verða tveir føroyskir luttakarar við á stevnuni – Tóra við Keldu, ið starvast sum fólkaskúlalærari og er forkvinna í MEGD og Hilda Viderø, ið hevur stovnað felagsskapin Mirjam, sum virkar fyri at hjálpa kvinnum undan fátækadømi í millum annað Liberia.

Tóra við Keldu

Tíggju fyrilestrar verða vístir á stórskíggja:

  • Craig Groeschel, samkomuleiðari og ein av stovnarunum av Life Church, ið millum annð er kend fyri You Version bíbliuappina
  • Simon Sinek, ið er best kendur fyri at gera hugtakið “Start With Why” kent. Hann er optimistur og trýr á bjarta framtíð og okkara evnir at byggja hana í felag
  • Danielle Strickland, ambassadørur fyri “Compassion International” og “Stop the Trafik”. Hon var offiserur í Felsunnarherinum í 22 ár
  • Rasmus Ankersen, serfrøðingur innan avriksmenning og umhildin vinnuráðgevi. Hann er nevndarformaður í FC Midtjylland og stjóri í Brentford FC í Onglandi
  • Carla Harris, Danny Meyer, David Livermore, T.D. Jakes, John Maxwell og Erwin McManus.
    Allir teir útlendsku fyrilestrarnir hava føroyskan tekst.
LES EISINI  Bert tríggir dagar eftir ...

Kom og ver við til eina kveikjandi ráðstevnu við góðari áfylling, har millum annað sangframførslur og góður matur eru at fáa, og ikki at gloyma, at tú kanst netverka og vera í góðum felagsskapi.

Meira kunning fæst um fyrilestrarhaldararnar, kostnað, tilmelding og annað viðkomandi á gls.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina