Gluggafólk hittust aftur

Í apríl mánaði vóru 15 menn og tvær kvinnur á Ørkini í Reykjavík og gjørdu sjálvboðið arbeiði. Høvuðsuppgávan var at skifta 58 vindeygu, har meginparturin vóru stór vindeygu. Kvinnurnar gjørdu matin, meðan menninir arbeiddu frá kl. 08 á morgni til umleið kl. 18 á kvøldi. Arbeiðið gekk sera væl, og veðrið var frálíkt.

Samstundis vóru fleiri kømur og gongir málaðar, nýggj teppi løgd á gólvini, nýggj ljós sett upp og ymiskt annað varð gjørt. Stemningurin var góður, og øll gjørdu stórt arbeiði. Dagarnar aftaná vóru sjey kvinnur og vaskaðu Ørkina væl og virðiliga.

Petur Kristian Johannessen nevndi tá, at hann átti sildrekatvøst í frystiboksini. Teir høvdu fingið sildreka í trolið, og hann segði, at tvøstið smakkaði væl. Tað høvdu fleiri av gluggafólkunum ikki smakkað fyrr. Tað vildi hann gera nakað við, og gestablíður sum hann er, ætlaði hann at bjóða øllum til døgurða heima hjá teimum, har sildreki var á matskránni, einaferð hann var heima og hevði tíð.

LES EISINI  "Til kokkin!"

Hósdagin 10. oktober upprann dagurin. Tað var hugaligt at hitta gluggafólkini aftur. Tíverri kundu ikki øll vera við. Petur Jacob Langgaard borðreiddi forrætt við hummara og ymiskum góðum afturvið. Síðani kom langtíðarkókaði sildrekin á borðið. Hann var kókaður í ‘Sous Vide’. Væl varð etið, og prátið gekk lívliga. Tá drekkamuðurin var farin niðurum, takkaði Torleif Johannesen fyri, greiddi stutt frá gongdini á Ørkini og hevði andakt.

Øll vóru glað fyri kvøldið og fyri dagarnar í Reykjavík. Fleiri spurdu, nær farið verður aftur á Ørkina at gera sjálvboðið arbeiði.

Skrivað hevur Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina