Gluggin við Petur Jákup Sigvardsen (1. partur)

Hann nærkast nú teimum 90. Men Petur Jákup Sigvardsen hevur enn nógv á hjarta. Her vitjar hann Símun Persson Jacobsen í upptøkustudiinum í Nesvík, har hann fer at greiða okkum frá um sítt langa lív og tær lívsroyndir, hann hevur gjørt sær.

Í hesum fyrsta parti leggja vit út við at hoyra um óvitaárini og uppvøksturin við Gjógv. Vi sleppa innum skúladyr og hoyra um skúlalív hansara, har sálmar vórðu lærdir uttanat. Eftir hetta fylgja vit Petur Jákup Sigvardsen og hansara leið suður til Havnar. Vit síggja í brotum lívið í Føroyum tá í tíðini, og vit møta Gudi, ið fekk ein avgerandi leiklut lívinum hjá Petur Jákupi Sigvardsen.

LES EISINI  Tala við Símun Persson Jacobsen
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina