Góð og rík gudstænasta í Vesturkirkjuni

Endagudstænasta og diplomhandan var í Vesturkirkjuni 3. mai 2022.

Umleið 60 næmingar og floksleiðarar vóru við til gudstænastuna í Vesturkirkjuni sum byrjaði kl. 18.00.

Gudstænastan byrjaði við vakra sálminum: “Nú takki Gudi øll.” Síðani las Hjørleif Poulsen inngangsbønina.

Sverri Steinhólm, prestur, leiddi gudstænastuna (liturgur) og Jonhard Jógvansson, prestur, prædikaði. Hoyr prædikuna her… 

Eisini var altargangur, fótatváttur og forbønartænasta, har tey sum ynsktu tað, kundu koma fram til altarið og so varð biði fyri teimum. Onnur kundu skriva ein bøn og so bað prestur fyri bønarevnunum. Bønarevnini verða eisini býtt út til stýrislimirnar fyri PODAS.

Mong nýttu eisini møguleikan at steðga á eina løtu og í kvirru tendra eitt ljós.

Bergur Debes Joensen, skúlaleiðari í PODAS, handaði næmingunum eitt diplom og floksleiðararnir fingu eisini eitt vakurt blómutyssi, sum tøkk fyri trúfesti og gott arbeiði hetta skúlaárið 2021-22.

Gudstænastan endaði við sálminum “Faðir fylg mær henda dag” og Katrin Højsted las útgangsbønina.

Eftir gudstænastuna vóru øll boðin til døgurða og góða og hugnaliga samveru í Bowling á Hálsi.

Skrivað hevur Ásbjørn Jacobsen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina