Gordon Tobiassen vitjar Glyvra Missiónshús

Komandi vikuskifti 16.-18. august fær Glyvra Missiónshús enn einaferð vitjan av norska prædikumanninum Gordon Tobiassen. Hetta er fjórða ár á rað, at Gordon vitjar missiónshúsið.

Gordon Tobiassen er væl kendur í kristiligum samanhangi, ikki minst sum næstformaður í Ordet og Israel í Norra. Felagsskapurin arbeiðir fyri at skapa forstáilsi av Ísrael og tess leikluti í Bíbliuni og í dag, sum eisini verður eitt høvuðs-tema fyri møtini í Glyvra Missiónshúsi.

Við yvirskriftini ‘Ísrael og tíðartekin undan Jesu afturkomu‘ fer Gordon Tobiassen at leiða okkum ígjøgnum eina djúpa gjøgnumgongd av, hvussu profetaorð í Bíbliuni um Ísrael kunnu setast í samband við nútíðar hendingar í Miðeystri, og hvat tað kann merkja fyri tí kristnu trúnna í dag.

Fríggjadag og leygardag verður boðið til kaffi eftir møtini, har gestir fáa høvi at práta og deila tankar og upplivingar við hvønn annan. Sunnudag eru øll boðin til nátturða eftir møtið. 

Vitjanin hjá Gordon Tobiassen er eitt tiltak, ið nógv síggja fram til. Hansara innlit í og evni til at knýta bíbilsk profetaorð saman við nútíðar avbjóðingum ger hann til ein prædikumann, sum ikki bert kunnar men eisini kveikir. 

Øll møtini verða tolkað til enskt.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina