Gud gjørdi eitt undur – so vit skiltu føroyskt

– Høvdu vit ikki farið til Føroyar, og høvdu vit ikki blivin livandi kristin, vóru vit neyvan hjún í dag. Kærleiki Krist endurnýggjaði eisini kærleikan okkara millum. Gud hevur hildið okkum fast og vit hava hildið okkum til hansara!

Tað er við gleði og spenningi, at hjúnini, Kirsten og Lars Larsen, frá Køge, greiða frá fyrstu vitjan teirra í Føroyum í 1977. Tá byrjaði ferðin, sum tey enn ferðast á og við undran og takksemi líta aftur á.
Les vitnisburð teirra, undrast og takka.

Kirsten og Lars eru fødd í 1950, gingu í sama flokki og gjørdust væl, tá tey vóru 13 ára gomul. Tey giftust sum  21 ára gomul. Lars stovnaði vakstrarhús fyritøku, tá hann var 24 ára gamal, samstundis sum annað barn teirra varð føtt.

Arbeiðið fylti alt

– Lars arbeiddi nærum 24/7 í vakstrarhúsinum allar dagar í viku. Tá kom hugsanin til mín: Er tað ikki meiri í lívinum enn arbeiði og familjan? Er hetta lívið eg skal liva framyvir?  Eg arbeiddi eisini sum sjúkrasystir?
Hesa hugsan gekk eg við, eisini tá eg prátaði við prestin og konu hansara í sambandi við barnadópin. Tá segði konan: Tú ert vælkomin við í kórið hjá okkum!
Tað vildi eg fegin, og fekk skipa tað soleiðis við børnunum, at tað varð gjørligt. Soleiðis kom eg at syngja við í kórinum Sion, í Snoldelev á Sjællandi, sigur Kirsten.

Føroyavitjan

– So kom summarið 1977 og kórið varð bjóðað til Føroyar at syngja. Kórið skuldu vitja á Toftum, har tey eisini skuldu búgva, og annars syngja til møtir í nøkrum bygdum.

Eg visti ikki um tað var gjørligt hjá mær at fara við til Føroyar, tí Lars arbeiddi altíð, og var ikki áhugaður í kóri og kristindómi. Lars gjørdist tó áhugaður í ferðini til Føroyar, um tey fingu børnini ansaði. Hvørki Lars ella eg livdu ella kendu tá til livandi kritstintrúgv, hóast vit hoyrdu um Kristus sum børn, og vóru lærd at biðja kvøldbøn, sigur hon.

LES EISINI  Meinigheitsútferð í góðveðrinum

– Lars segði, til mína stóru undran, at hann vildi koma við til Føroyar. Eg hugsaði, hvat hendir her? Hann segði tó greitt, at tá tit fara á møti og syngja um Jesus, so fari eg út í føroysku náttúruna at hugna mær. Eg segði, tað var í lagið, bara vit fóru við kórinum, sigur Kirstin.

Mátti verða jaligur

– Áðrenn fráferðina til Føroyar, sang kórið ymsastaðni í Danmark, sum ein liður í fyrireikingini. Tá Kirsten kom heim tey kvøldini, endurgav hon ymiskt av tí sum sagt var. Tá gjørdist eg rasandi, tí eingin skuldi prædika Jesus fyri mær. Eg vildi ikki hoyra um Jesus, hóast eg ætlaði mær við kórinum til Føroyar, sigur Lars.
– Ein dagin eg var til arbeiðis, gjørdist eg greiður yvir, at skuldi eg við kórinum, mátti eg vera jaligur til kórið og sangirnar. Eg fekk ringa samvitsku, av at vera so neiligur. Tá var líka gott at vera verandi heima. Við spenningi sigldu vit til Føroyar, sigur hann.

– Komin til Føroyar, vórðu tey móttikin av Ernst Hansen, formanni fyri missiónshúsið á Toftum.
Hann hevði deilt kórið út til ymisk fólk á Toftum, og vit komu at búgva hjá Leilu og Max Højgaard. Tey vóru nýgift, høvdu nýggj hús, men Max sigldi úti, sigur Lars.

Gamla Missiónshúsið á Toftum frá 1939.

Hvat áttu hini, sum hann ikki átti?

– Eg hevði ikki verið nógvar dagar á Toftum, fyrr enn eg kendi, at her var ein friður og kærleiki millum fólkið í missiónini, sum eg ikki kendi ella átti. Eg hugsaði: Tað sum tey eiga, vil eg eisini eiga. Her arbeiddi fólkið ikki alla tíðina, sum eg hevði gjørt, og kortini bar til at liva og yvirliva. Eg spurdi Leilu, hvussu hetta hekk saman. Hon tosaði so um loyndardómin við at søkja Guds ríki fyrst, og tá vil Gud signa familju og arbeiði og varðveita tey sum søkja hann.

Tá fann eg út av, at Bíblian ikki bara er leiðbeinari til lívið, men er eisini full av lyftum. Vóru tey álítandi, so mátti tað vera ein livandi Gud aftanfyri lyftini. Eg spurdi meiri, og áhugin fyri Jesusi varð vaktur, greiðir Lars frá.

LES EISINI  Meinigheitsútferð í góðveðrinum

Eitt hoyriundur

– Kórið sang í fleiri bygdum, og eitt av kvøldunum skuldu tey syngja í missións-húsinum í Leirvík.

Ernst Hansen talaði og greiddi frá hvussu hann kom til trúgv á Jesus. Eg upplivdi Guds anda so nær og máttmiklan, at var hann kavi, kundi eg bygt kavahús av honum, hugsaði eg, sigur Lars.

Gamla Missiónshúsið í Leirvík frá 1925.

– Hóast vit ikki skiltu føroyskt, so fingu vit nærum alt við, av tí sum Ernst segði. Tað fingu vit staðfest eftir møtið, tá vit heima hjá Leilu tosaðu um tað Ernst hevði sagt. Men tá Ernst segði amen, skiltu vit púrt einki meira av tí sum sagt varð. Fyri okkum var tað eitt “hoyriundur”, sum minti um fyrsta hvítusunnudag, sigur Lars undrandi og takksamur.

Fekk trúnna og frelsuvissu

Kirsten og Lars vóru kristiliga vakt. Síðsta kvøldið kom Sørin Steinhólm at vitja tey heima hjá Leilu. Har varð tosa um Jesus og trúnna á hann. Tá Lars spurdi Sørin, hvar tey funnu líknandi meinigheitir í Danmark, svaraði hann:  Tað finna tit bæði í Indre missión og í Luthers missión. So skoytti Sørin uppí: Men veri trúgv har tit hoyra heima, tí tað sigur Bíblian! Tað ráð tóku tey til sín, og hava verið trúgv í Karlslunde Strandkirke.

LES EISINI  Meinigheitsútferð í góðveðrinum

– Í septembur sama ár, kom Leila at vitjað okkum. Hon skuldi taka ímóti Max, sum kom við skipi til Danmarkar. Vit tosaðu nógv um Jesus og um trúnna á hann, tí eg longdist at eiga frið við Jesus. Tá boygdu vit knø og Leila bað saman við mær til frelsu. Tá kendi eg Guds fyrigeving, góðsku og fekk frið við Gud við trúnni á Kristus. Tá fekk eg eisini frelsuvissu. Tað var 19. septembur í 1977, og eg eigi enn trúnna á Jesus, sigur ein glaður og rørdur Lars.

Í Føroyum kom lív í trúnna

– Eg kann ikki seta dato á mína umvending, tí eg yvir tíð eri komin til livandi trúgv og álit á Jesus, sum mín frelsara og Harra. Kortini vil eg siga, at vikan í Føroyum í 1977, var sera týðandi fyri mítt trúarlív. Ja, eg haldi mítt trúarlív byrjaði í Føroyum, sigur Kirsten.

– Tað var í Føroyum og á Toftum, at okkara trúarferð byrjaði av álvara. Tí elska vit Føroyar og Toftir. Tí hava vit eisini vitjað aftur fleiri ferðir, og fegnast yvir at koma til møti í Tabor. Hetta er  okkara sjeynda vitjan her á Toftum. Vit hava eisini støðugt samband við Leilu og Max, sigur hon.

– Høvdu vit ikki farið til Føroyar, og høvdu vit ikki blivin livandi kristin, vóru vit neyvan hjún í dag. Kærleiki Krists endurnýggjaði eisini kærleikan okkara millum.  Gud hevur hildið okkum fast og vit hava hildið okkum til hansara, sigur Kirsten undrandi og Lars nikkar játtandi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina