– Gud hevur verið við
Eftir nærum 44 ár í tænastu hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni hevur Ellintur Abrahamsen upplivað eitt sindur av hvørjum. Tá hann varð spurdur, um hann hevði upplivað ítøkiliga, at Guds hond var við, svarar hann við mótspurninginum: – Er Gud ikki altíð við? Jú!
Ellintur greiðir frá:
– Vit eru tíverri ikki altíð opin og takksom fyri Guds hjálp og umsorgan. Eg kundi nevnt nógvar undranarsamar hendingar, sum í míni verð undirstrikaðu, at Guds hond var har – eisini tá endin ikki var tað, vit kalla góður. Her nevni eg bara nakrar fáar.
Ein ungur maður var farin ein túr við báti sínum og var ikki komin afturíaftur. Tað varð illveður, og eingin visti rættiliga, hvar báturin var staddur. Eg var tá við Ólavi Halga, og vit høvdu fingið boð um at fara at leita eftir bátinum. Eg minnist væl, at eg hugsaði, at veðrið var so ringt, at hesin báturin kemur bara aftur við Guds hjálp.
Meðan vit leita, kemur “Tórshavns radio” við eini “Panmelding” (fráboðan) til skipini um at royna at hyggja, um tey sóu bátin, hóast tað var vorðið myrkt. So undranarsamt var tað, at stýrimaðurin umborð á Lómi ella Bliki hoyrdi fráboðanina, tendraði ljóskastaran, og nærum í somu løtu sá hann bátin. Er tað ikki eitt Guds undur, ja, so veit eg ikki, hvat tað er.
Vit komu á staðið og tóku mannin umborð á Ólav Halga og bátin upp á sleip. Tá greiddi ungi maðurin frá, at aldurnar vóru so høgar, at tær brutu niður á stýrhúsið á bátinum, sigur Ellintur.
– Nýggjasta undranarverda hendingin vóru teir 15 útlendsku kajakkrógvararnir, som komu sera illa fyri norður úr Ennibergi. Hendingin endaði væl, tí tyrlan fekk tikið øll fólkini upp, og vit tóku kajakkirnar umborð á Tjaldrið, men hendingin kundi saktans endað sum ein stórur sorgarleikur, sigur Ellintur.
– Sera tungar løtur hava eisini verið, sum til dømis tá vit leitaðu eftir trolbátinum Sjóborgini (1998, red.). Dagarnir vóru myrkir og gjørdust bara myrkari, tí teir komu ikki afturíaftur.
Tá tyrlan datt niður á Borðoyarvík (1992, red.), var eg eisini við í leitingini og bjargingini. Tað vóru eisini tungir dagar, men Gud var við í báðum førum, hóast vit ynsktu, at úrslitið var øðrvísi, sigur Ellintur.