Gud mín, vernd mín

Gud er okkum vernd og verja, ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur.   

Sálm 46,2

Hesi eru byrjanarorðini til umyrkta sálm Luthers: Vár Gud er føst og haldgóð borg.

Mong vond orð kunnu havast á munni um hetta at gerast gamal; men eisini nógv gott og vakurt, eitt nú um Gud, sum sálmurin so vakurt lýsir – “er ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur.” Hetta er eisini roynt til fulnar, og hetta kann bara eitt menniskja siga av royndum. Av natúr eru vit ótakksom og gloyma vælgerðir Guds. Viðhvørt, tá ið tað snýr seg um fortíðina, eins og tað at minnast ein part av lívinum, fær ein at steðga við: hví vart tú so óttafullur og óvissur ta og ta ferðina? Seinni so kann ein fáa seg at læa, tí alt lagaði seg betri enn væntað. Jú, tað var jú Gud, ið kom mær til hjálpar. Nú er tað veruliga vit, ið kunnu við sálmaskaldinum vitna, “at hann var ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur.”

LES EISINI  Alt hevur sína tíð

Hetta er ein veldug styrki, tá ið ótti ger seg inn á okkum. Okkum nýtist ikki sjálvi eina eitt ugganar orð, men tey mongu sum í dag bera sorg og trega. Mannaættin er væl á veg at gera sjálvmorð – við brintbumbuni, náttúrudálkingini, tí stóra fólkavøkstrinum og líka veit eg.

Nakað av hesum ótta eru vit fríað frá, sæð í mun til okkara aldur. Kanska við næsta aldarskifti fara at búleikast so mong menniskju á jørðini, at tað eru bara nakrir fermetrar til hvønn – vit fara ikki at merkja tað, men hesi.

Hetta er eingin uggan hjá teimum ungu í teirra ótta. Tað man hava sína meining, at vit eru vorðin gomul, at vit skulu vera Guds vitni á jørð. Vit eiga at endurtaka hetta fyri nútíðar ungu og eydnuleysu menniskjum, tað Bíblia okkara sigur alt frá fyrstu blaðsíðu til ta seinastu: at Gud greip inn!

Vár Gud er føst og haldgóð borg, har vit væl vardir standa. Hann hjálp vár var í hvørji sorg, vár vernd í hvørjum vanda.” Slb. 255,1  

LES EISINI  "Eg biði fyri øllum menniskjum"

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina