Andakt til tey gomlu 20

Men nú tráa teir eftir einum betri, tað er einum himmalskum fedralandi; tí skammast Gud ikki við teir, at kallast Gud teirra. (Hebr 11,16)

Gud er sanniliga gávumildur. Ta ferðina, hann skapaði okkum, fingu vit tvífalt av lívsneyðugum gøgnum: -Tvey eygu, tvey oyru, tvey lungu o.s.fr. Eisini hevur hann givið okkum tvey fedralond. Onkur heldur, at tá ið longsul stendur at tí æviga fedralandinum, kann ein vera líka glaður við sítt jarðiska fedraland. Tað er ein undirmeting av, hvat kærleiki er, eins og at foreldrakærleikin er býttur í helvt, aftaná at tað næsta barnið kom.

Ein drongur spurdi pápa sín: “Pápi, hvagar gongur veruliga vegurin til Himmals, sum tit so ofta tala um? “ “Tað skal eg siga tær, sonur mín – hann gongur út um alla jørðina.” Ja, tað er svarið. Væl eri eg á ferð, vit eru pílagrímar ella vallarar. Nei, “vit hava ikki her ein verandi stað”. Vit eru á ferð. Vit standa við báðum beinum á jørðini. Soleiðis hevur Gud ætlað tað. Tað eru vit ikki før fyri á vinna á. Henda jørð, er tað staðið, har Gud hevur ætlað okkum at tæna sær. Men strævið kann tað tykjast, tá vit ein dag, vit ikki dugdi á at skyna, gerast so gomul, at vit kenna okkum fremmand her á jørðini. Ja, fremmand í okkara fedralandi, uppliva hetta, eg aldri hevði droymt um at skammast við fólk mítt. Tá kann tað gerast ein freisting at fáa seg at siga: -Gott, at eg ikki skal vera her, ævigt. Eg eri um at kódna av tí dálkaðu luftini; fari brátt at siga tykkum øllum farvæl.

LES EISINI  Andakt til tey gomlu 15

Fremmandakenslan í sær sjálvum, sum ikki slepst undan, er tó ikki ein syndug kensla. Hon má tó ikki fáa okkum at svika okkum burtur úr sorgini. Í eydnusælum løtum, sungu vit gleðis- og lovsangir. Hetta bar sálini gleði og mót. Nøkur bera tó trega og sorg.
“So legg tú allan trega í Harrans sterku hond; lat trúgv og vón teg gleða, um tíðin sýnist vánd; tað er ei tú, ið veldur, ei tú, ið tekur ráð. Gud veldisstavi heldur, og ferð hans øll er náð.” Slb. 44,6

*************************

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.

Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina