Gud sjálvur kom til okkara við Anda sínum
“Í dag hendi ikki nakað av týdningi”. Soleiðis skrivaði enski kongurin George III í dagbók sína 4. juli í 1776. Hann visti ikki, at nakað av allarstørsta týdningi fyri ríki hansara fór fram júst henda dagin. Tí hinumegin Atlantshavið loystu 13 enskar koloniir frá Englandi og grundløgdu harvið USA. Tað var byrjanin til eitt langt kríggj, sum kostaði ensku krúnuni stóran part av ríki sínum. Men tað visti kongurin ikki enn, og helt tað tí vera ein púra vanligan dag.
Hvítusunnudag umleið ár 33 var tann lítli skarin, sum fylgdi Jesusi, samankomin í Jerusalem, sum vit lesa um í Ápostlasøguni, 2. kapittli. Knappliga settu tungur sum av eldi seg á ein og hvønn teirra, og teir vórðu fyltir av Guds Heilaga Anda. Soleiðis sum Jesus hevði lovað lærusveinum sínum, tá hann segði: “Men tit skulu fáa kraft, tá ið Heilagur Andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerusalem og í allari Judeu og Sámariu og líka til ytstu endamark á jørðini” (Áps 1,8).
Ein kann siga, at hvítusunnudag varð kristna kirkjan fødd, so framt kall hennara ikki er at fjálga um seg sjálva, men at bera boðskapin um Jesus til alt fólkið og til ytstu endmark á jørðini.
Men bert tey, ið vóru stødd í Jerusalem, løgdu merki til nakað serligt tann dagin. Og høvdu vit sama dag biðið samfelagskønar viðmerkjarar greina, hvønn týdning hetta fór at fáa, høvdu tey kanska gjørt líknandi niðurstøðu sum enski kongurin: “Í dag hendi ikki nakað av tydningi”.
Hvítusunnudag byrjaði ein heimskollvelting
Men hvítusunnudag byrjaði veruliga nakað, sum fekk víðfevndar avleiðingar! Hesi gott 100 vanligu jødarnir, menn og kvinnur, vóru tann fyrsta lítla kirkjan. Men longu sama hvítusunnudag løgdust um 3.000 fólk afturat, sum tóku við trúgv á Jesus Kristus og vórðu doypt beinanvegin. Og kristna trúgvin breiddi seg skjótt, tí tey kristnu tóku gleðiboðskapin við sær, hagar tey komu. Bæði til Miðeysturs, Norðurafrika, Fjareysturs og Suðureuropa. Tí Gud hevði sent sín egna Anda, sum gav teimum Jesus-trúgvandi mátt og styrki til at vera vitni hansara, til at bera gleðiboðskapin um Guds Son og frelsara heimsins longur og longur.
Tað er undranarvert at bakka aftur og eygleiða tann lítla flokkin av jødum, sum fylgdust við Jesusi. Tá meistari teirra varð tikin og dripin, flýddu teir allir og stongdu seg inni, bebbaræddir fyri at fáa somu lagnu. Men so sóu teir fyrst Jesus upprisnan. Teir tosaðu við hann, ótu saman við honum, numu við sár hansara, ja, vóru javnan saman við honum í 40 dagar. Og so vórðu teir fyltir av Guds Heilaga Anda hvítusunnudag.
Teir blivu ongantíð aftur teir somu. Nú tosaðu teir við øll um Harran Jesus, ja, hvítusunnudag enntá á øðrum tungumálum. Og so fóru teir út um allan tá kenda heimin við boðskapinum um hann.
Eins og Andans eldur kom yvir teir hvítusunnudag, breiddu boðini um Jesus seg sum eldur.
Teir kundu ikki annað enn tala um Jesus – um tað teir sjálvir høvdu sæð og upplivað. Og helst fóru teir flestu teirra í deyðan fyri henda boðskap.
Ein evarska lítil skari. Og ein óendaliga stór uppgáva. Men Guds egni Andi fór við teimum og arbeiddi við.
Enn í dag, ja, júst í dag fer Guds Andi sigursferð kring stórar partar av heiminum, við boðunum um hann, sum varð føddur jólanátt og sigraði á deyðanum á krossinum og páskamorgun. Ein sigursferð, har etniskur uppruni og tungumál – eins og á fyrstu hvítusunnu – ikki longur er ein forðing fyri at hoyra boðskapin um Guds kærleika til hvørt einasta menniskja ígjøgnum Sonin Jesus! Tvørturímóti brýtur Andin og Orðið niður allar forðingar.
Hæddarpunktið í árinum
Tað er júst tað løgna við hvítusunnu, í mun til jólini og páskirnar. Hvørt barn veit, hví vit halda jól og páskir, men hvítusunnu hava vit straks torførari við at greiða frá. Og munnu seinastu vikurnar ikki hava verið púra vanligar fyri tey flestu okkara, har vit næstan ikki hava skonkt tí ein tanka, at hvítusunnan er í hondum? Ja, tað kann tykjast, sum um einans matvøruhandlarnir hava givið sær far um tilstundandi hátíðina.
Kortini er júst hvítusunnan í grundini hæddarpunktið í kirkjuárinum!
Tí, av tí at tað fyrst var jólanátt, og síðani páskamorgun, kann tað nú vera alljósur hvítusunnudagur!
Eins og vit kenna rundanum okkum í náttúruni, at ljósið nú veruliga sigrar á myrkrinum, og alt, sum livir av ljósinum, blómar!
Tí Guds kirkja hevur fingið ta heilt serligu uppgávuna at bera gleðiboðskapin um Jesus Kristus til eitt og hvørt menniskja! Hvítusunna merkir, at tað er alljósur arbeiðsdagur fyri Guds kirkju á jørð. Har Guds orð um krossins dárskap er kjarnin, og Guds Andi er drívmegin.
Hvítusunna í dag
Tí er hvítusunnudagur ikki bert ein minningardagur um eina glæsiliga søgu, men annars farna tíð. Nei, á hvítusunnu hátíðarhalda vit, at sami Andi er hjá okkum og arbeiðir við, tá gleðiboðini um Guds Son og frelsara heimsins ljóða okkara millum. Tá vit koma saman í hansara navni, ella á annan hátt lesa ella lurta eftir hansara orði. Tað er sami Andin. Tá ein verður doyptur, ella tá vit eta Jesu likam og drekka blóð hansara. Tað er júst sami Andin, sum er virkin.
Tí Guds Orð er ikki deyðir bókstavir, sum hava tørv á, at vit eftir førimuni royna at blása lív í teir.
Nei, Guds egni Andi býr í orðinum um Jesus, so at tað longu er livandi og máttmikið og ført fyri at gera nakað í okkara lívi.
Ja, í gleðiboðskapinum um Kristus møtir Gud sjálvur okkum andlit til andlits!
Nei, Heilagi Andin er ikki einans ein ópersónlig megi. Hann er Gud sjálvur, sum gjøgnumlýsir lív okkara – eins og ein røntgen ella ein skannari. Eisini teir krókar í lívi okkara, har vit ikki eru so fegin fyri ljósið. Og ljósið avdúkar. Men Andin er eisini Gud sjálvur, sum dregur okkum inn í Guds kærleika, har vit fáa fyrigeving og verða reist aftur á føtur. Og har vit síðani læra at elska, eins og vit sjálv eru elskað. Um hvítusunnuna segði Jesus: “Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara … og tann dagin skulu tit ásanna, at eg eri í faðir mínum, og tit í mær, og eg í tykkum” (Jóh 14,18.20). So tætt at okkum kemur Gud við Andans ljósi og megi!
Andans koma og hvítusunna merkir óbrotið samband og samfelag við Jesus Kristus sjálvan, ígjøgnum Heilaga Anda hansara, Sannleikans Anda! Kirkja hansara um allan heim, eisini eg og tú, hava tí alla grund til at hátíðarhalda hvítusunnu! Sum amerikanski rithøvundurin Robert Baer orðaði seg:
“Betlehem var Gud við okkum, Golgata var Gud fyri okkum, og hvítusunna er Gud í okkum.”
Gleðiliga hvítusunnu!