Gud var eisini eitt fostur

Øssur Kjølbro

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hvat virði hevur eitt óføtt barn? Tá Gud valdi sjálvur at koma til okkara falna heim, fyri at bjarga okkum undan avleiðingunum av okkara egna uppreistri móti honum, kom hann júst sum eitt fostur. Tí jólafrásøgnin byrjar í grundini ikki í Betlehem, men í Nasaret, tá Gabriel eingil vitjar ungu kvinnuna og sigur henni, at hon skal verða við barn av hinum Heilaga Anda, og at barnið er Guds egni sonur, ið skal frelsa fólk sítt. Gud sjálvur var eitt fostur í níggju mánaðir, eitt óføtt barn, áðrenn gleðiboðskapurin kundi verða boðaður til alt fólkið og um allan heim.

Øll jólafrásøgnin nemur við mótsetningin millum verðsligt vald og megi, umboðað av Augustusi keisara og Heródesi Mikla, og so tann veikleika og skroypiligleika, sum Gud valdi at markera komu sína í heimin við. Ein vesalig genta og ein fátækur timburmaður í einum hersettum landi, eitt skitið fjós í eini lítilsvirdari bygd og nakrir vanvirdir seyðamenn, sum lógu úti á markini um náttina, tað er pallurin, Gud valdi sær. Neyðarsligari og fátæksligari kundi tað ikki verið.

LES EISINI  Fosturtøkur kostaðu 42 milliónum lívið í 2018

Gud kom ikki sum ein valdmikil politikkari, ikki sum ein succésríkur stjóri, ikki sum ein væl umtókt heimsstjørna í fótbólti, tónleiki ella sjónleiki. Ella hvat annað dømi vit nú kunnu nevna um tað valdmikla og succésríka, sum heimurin – enn í dag, 2000 ár seinni – metur hægst.

Gud kom sum eitt lítið vesalt barn, sum fyrst var níggju mánaðir í móðurlívi, fullkomiliga treytað av verju og umsorgan frá teimum vaksnu. Longur niður á stigan slepst ikki. Men soleiðis halgaði Gud tað hjálparleysa barnið, eisini tað ófødda.

Profetarnir í Gamla testamenti spáddu um hann fleiri hundrað ár frammanundan. Millum tey kendastu profetaorðini eru “sangirnir” í Jesajabók um “tænara Harrans”, sum Harrin hevur myndað frá móðurlívi, kallað frá móðurlívi og nevnt við navni, áður enn hann varð føddur (t.d. Jes 49). Tá Elisabet gekk við Jóhannesi doyparanum, spældi burðurin av frøi í móðurlívi, tá mamman hoyrdi røddina á Mariu, mammu frelsarans, sum hon bar undir belti (Luk 1,41-44).

LES EISINI  Fosturtøka loyvd heilt fram til føðing

Samleikaskjalið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum var liðugt orðað í 2013, sigur, at Gud hevur skapað eitt og hvørt menniskjað í síni mynd, at tað tí hevur “óendaligt virði, uttan mun til kyn, aldur, húðarlit, førleikar, heilsu, átrúnað ella annað”, og at tað tí hevur “rætt til vernd frá gitnaði til natúrligan deyða” (2.3 og 3.4).

Tað er aftur vorðið kjakevni, um tað ófødda barnið nú veruliga hevur óendaligt virði. Ella nær fostrið kemur inn undir hesa allýsing og hevur rætt til vernd. Vit kunnu vænta, at hetta verður eitt enn størri kjakevni í næstum og helst eisini kemur fyri lóggevandi valdið til viðgerðar um ikki so øgiliga langa tíð. Tá er tørvur á púra vanligum samfelagsborgarum, sum vilja verja sínar veikastu medborgarar, sum ikki hava fingið navn enn, men sum Gud tó kennir. Hann sum sjálvur var eitt óføtt barn.

(Hesin bloggur stóð fyrstuferð á prenti í Trúboðanum í desember 2017)

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina