Gud vil teg og hevur eina ætlan við tær

– Eg vil siga, at eg fekk eina endurnýgging í mínum trúarlívi. Tað var eitt av teimum tyngstu tingunum, sum varð eitt av teimum bestu tingunum í mínum lívi. Tað gjørdi, at lívið varð ríkari og lættari. Men tað merkir ikki, at lívið bara hevur verið gott síðan tá, men eg havi altíð kunnað vent aftur til hetta.

Lívsleiðin hjá Karen Elkjær Abrahamsen formaði seg ikki altíð, sum hon hevði ætlað og væntað. Hóast tað hevur hon ein frið og eitt ríkidømi í orðunum “Verði vilji tín!”, at Gud hevur eina ætlan og ein vilja við sínum menniskja.

Karen greiðir í samrøður millum annað frá einari andligari hending frá einum bíbliuskeiði, sum Aksel Valen-Sendstad hevði á Glyvrum. Hann undirvísti um “Jesus – tann reyði tráðurin gjøgnum Bíbliuna”.

– Hann undirvísti millum annað um skapanina, og í tí gekk tað upp fyri mær, at “Gud hevur skapt teg, Karen, hann vil teg, og hann hevur eina ætlan fyri tær”. Tað var tað fyrsta, sum gav mær frið í sálina, og so kom boðskapurin, at eg ikki skuldi kempa fyri nøkrum, tí eg hevði fingið tað, tá ið eg varð doypt, aftaná. Tað var fantastiskt at fáa sálarbót á einum bíbliuskeiði. Tá verður tað eisini virðismikið fyri meg, sum eg havi lært, tá ið eg var barn. Eg vil siga, at eg fekk eina endurnýgging í mínum trúarlívi. Tað var eitt av teimum tyngstu tingunum, sum bleiv eitt av teimum bestu tingunum í mínum lívi. Tað gjørdi, at lívið bleiv ríkari og lættari. Men tað merkir ikki, at lívið bara hevur verið gott síðan tá, men eg havi altíð kunnað vent aftur til hetta.

Les alla samrøðuna í Trúboðanum, sum kom út fríggjadagin 8. apríl.