Guds fólk elskar Guds góða vilja

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Soleiðis hevur altíð verið, og hetta broytist ei uttan so, at hin kristni tekur annað framum Gud.

Hóast vit kristnu dagliga synda, hava vit her á landi tó livað í tí tilvitan, at “Gud er Gud, um land alt legðist oyðið, Gud er Gud, um menniskjan øll doyði”. Jú, Hann sum er heilagur, heilagur, heilagur, er og verður hin sami, hóast skapningurin skuldi havt aðra hugsan.

Menniskjans hugmóð hevur altíð havt hug til at seta seg upp ímóti Gudi, og so er eisini nú. Fyrr var mangan arbeitt fyri rættindum, ið samsvaraðu við Guds góða vilja, men nú stríðast mong fyri rættindum, ið ganga beint ímóti Guds vilja, og alt fleiri tykjast at taka undir. Í longri tíð hava øll kunnað sæð eina verðsliggering í vesturheiminum, sum er hend í takt við, at fólksins gudsótti er minkaður. Tí er gongdin ikki so óvæntað – heldur ikki innan lógarverkið. Nakað av tí, sum grundað er í skapanini, er longu fallið í flestu vesturlendsku londum, ið annars hava kent signing Guds sum fá.

Føroya fólk hevur eisini kent Guds náðarvernd í langar tíðir, og virðingin hevur eisini verið stór fyri skapara og frelsara okkara. Men nú fara mong fólk við streyminum burtur frá Guds góða vilja. Rákið er sterkt, og mangar eldsálir stuðla hesi gongd – eisini alment. Dagsins veruleiki kallar nú á Guds fólk her á landi, og meðan sjónarmiðini gerast alt meira týðulig, er vert at leggja sær Jesu orð í geyma: “Hvør tann, ið tí vil kennast við meg fyri monnum, hann vil eisini eg kennast við fyri faðir mínum, sum er í himlunum. Men hvør tann, ið avnoktar meg fyri monnum, hann vil eisini eg avnokta fyri faðir mínum, sum er í himlunum.” (Matt 10,32-33)

Persónliga trúgvin er als ikki privat. Tvørturímóti undirstrikar Jesus, at tað hevur týdning at kennast við hann. Hetta kann kennast svárt, men júst í Jesusjáttanini er vón fyri okkum og næsta okkara. Vilja kristin Føroya landi væl, so er ikki at fjala Kristusljósið, men heldur virka fyri, at fólk veruliga koma at kenna Jesus og hansara fyrigeving fyri allar syndir. Mátti tí ein og hvør kristin dagliga og ítøkuliga virka fyri hesi søk, ið eisini ber ævinleikans týdning.

Øll kenna vit til ætlanir og tankar, ið ongantíð verða til annað. Skulu vit Jesu lærusveinar læra av meistara okkara, er tíðin komin til bøn og arbeiði. Okkum er givin ein kraftarandi, ið vil trúarinnar góða stríð. Vakna tí – um tú svevur. Kom til gudstænastu og á møti, har vit kunnu stuðla og styrkja hvør annan. Lat okkum sum fyrigivnir syndarar eisini leggja okkum eftir at liva eitt lív, ið samsvarar við umvendingina, so næsti okkara fer at tysta eftir gleðiboðskapinum.

Dagsins ótolsemi tykist køvandi, men vit hava okkara frælsa rætt sambært grundlógini, og tað føðir spurningin: Hví óttast og tiga, um tú veruliga elskar næstan? Hevur hann ikki uppiborið tað sama, sum tú hevur fingið? Guds kirkjulið er vón heimsins. Lat okkum í nýggjum avbjóðingum eisini síggja nýggjar møguleikar. Hann, ið er styrki og gleði okkara, er eisini við tær. Gud signi tín gerning.

Símun P. Jacobsen