Halda fast við játtingina

“Latum okkum halda fast við játtingina!”  Tað er Bíblian, sum áminnir okkum um hettar í Hebrearabrævinum 4,14.
Játtingin er sostatt virðismikil. Hon hoyrir heima í einum vanligum kristnilívi. Hana mugu vit ikki missa, men ansa eftir hvønn einasta dag.

Men hvat snýr tað seg í veruleikanum um, hettar at játta? Flestu okkara hava helst tankar um, hvat játting er.
Summi siga: Vit skulu játta okkara syndir. Bæði fyri Gudi og menniskjum. Onnur siga: Vit skulu játta Jesu navn. Vera týðilig sum kristin í mun til okkara umhvørvi.

Tílíkir tankar seta okkum “á slóðina” av tí, vit skulu taka fram. Hvat sigur Bíblian um tað at játta?

Vit fara at royna at fáa eitt ávíst yvirlit:

Fyrst: Orðið, sum Bíblian brúkar fyri tað “at játta,” merkir í veruleikanum “at siga tað sama sum”.

Sostatt er tað ein, sum fyrst hevur talað, Gud.

Tað, sum Gud hevur sagt, eiga vit at lurta eftir. Vit skulu halda fast við tað uttan at broyta nakað. Vit skulu “siga tað sama sum…”

LES EISINI  Barnakorsins Andi

Víðari: Bíblian tosar um tvey viðurskifti, sum vit skulu játta. Hetta er longu nevnt. Vit skulu játta okkara syndir, og vit skulu játta Jesu navn!

Gud hevur tosað um hesi viðurskifti í Bíbliuni. Hann hevur sagt okkum, hvat synd er. Synd er uppreistur móti Gudi. Eitt brot við Guds góða vilja. Synd er at velja sín egna veg í staðin fyri Guds veg. Syndin ger, at vit fara skeiv av tí málinum, sum Gud hevur sett fyri lívið.

Tí er syndin so vandamikil. Hon setir okkum í skuld hjá Gudi. Hon gerst eitt stórveldi í okkara lívi. Og hon lønir við deyðanum, ævigum skilnaði frá Gudi.

Hetta vísir Gud okkum á í sínum orði. Og hesum orði eiga vit at taka til hjarta. Boyggja okkum fyri tí uttan at broyta nakað. Vit skulu út um okkara syndir. Rudda upp eftir okkum. Fáa syndina burtur. Soleiðis játta vit okkara syndir!

Gud hevur eisini tosað við okkum um Jesus. Í evangeliinum sigur Gud okkum, hvør Jesus er, og hvat hann hevur gjørt fyri at frelsa okkum frá okkara syndum. Jesus kann fyrigeva alla synd. Hann kann geva okkum nýtt lív, varðveita okkum her í heiminum og føra okkum trygt heim í himmalin. Eingin annar enn Jesus kann hjálpa á hendan hátt.

LES EISINI  Bíblia 2020 - nýtt heimsumfevnandi átak

Eisini hetta skulu vit taka álvarsamt. Við at lata Jesus vera Frelsara okkara!

Gud sigur: – Jesus hevur alt at týða fyri meg. Tað sama skulu vit siga: – Jesus er mín Frelsari.

Soleiðis játta vit Jesu navn, bæði fyri Gudi og menniskjum.

Úr tí, sum nú er sagt, síggja vit, at játtingin fevnir um tvey ítøkilig viðurskifti. Okkara viðurskifti við Gud, og okkara viðurskifti við onnur menniskju. Í báðum hesum viðurskiftum leggur Bíblian okkum eina við at halda fast við játtingina!

 

Til umhugsanar

Her koma fimm ólík bíbliubrot:
1. Jóhannesarbræv 1,8-10; Rómverjabrævið 10,9-10; Sálmur 32,1-5; Matteus 10,32; Hebrearabrævið 4,14-16.
Les hesi brotini ígjøgnum og hugsa um:
Hvat læra tey meg um játtingina?

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina