Hansara heimur var fullur av hatri

Martin Bentsen vaks upp í einum heimi uttan kærleika. Vantandi umsorgan fekk Martin at vera harðligan, ja somikið harðliga at bæði rockarar í Bandidos og sálarfrøðingurin søgdu, at Martin var uttanfyri “pædagogisk rækkevidde.” Men ein ávís biðjandi kvinna gloymdi ongantíð Martin…

Í september var Martin á vitjan í Føroyum í samband við mannfólkavikuskiftið í Nesvík. Martin var høvuðstalari á leguni, og komandi vikurnar kanst tú her á Trúboðanum hoyra upptøkurnar frá vikuskiftinum. Í dag kemur fyrsta møtið, har luttakararnir hoyrdu um søguna hjá Martini. Tað er Gerhard Mikkelsen, prestur í Fuglafirði, sum hevur prát við Martin Bentsen.

LES EISINI  Hans-Ole Bækgaard: Heilagi Andin, samkoman og eg – eitt lív fyri Kristus
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina