Happy holiday – merry christmas

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Vit hava júst hildið jól, og nú er nýggja árið byrjað. Vit hava helst sum vanligt gingið og heilsað fólki við at ynskja teimum gleðilig jól. Ikki er vanligt hjá okkum at ynskja hvør øðrum góða feriu. Tað hevði ljóðað løgið og kanska eitt sindur provokerandi fyri teimum, sum arbeiddu á jólum. Og tey vóru ikki so fá, tá hugsað verður um veðrið eisini. Men hóast tað ikki er vanligt hjá okkum at ynskja hvør øðrum góða feriu í staðin fyri at ynskja gleðilig jól, so er tað als ikki óvanligt aðrastaðni. Ja, eisini ein donsk fyritøka hevur hesaferð ynskt sínum starvsfólkum – og føroyskum sjómonnum – happy holiday í staðin fyri gleðilig jól. Í Amerika hevur verið vanligt í fleiri ár at ynskja hvør øðrum happy holiday. Men nú tykist vend at vera komin í. Í øllum førum er aftur fokus á evninum. Tað skal aftur vera í lagi at ynskja hvør øðrum gleðilig jól.

Vit búgva í einum kristnum landi, men hóast tað hava vit hug til meira og meira at taka kristindómin burtur úr okkara samfelagi. Kirkjan skal ikki longur vera partur av statinum, lógirnar skulu ikki longur vera ávirkaðar av Guds orði, tey kristnu skulu hava loyvi til at vera kristin, men tey skulu ikki boða kristna boðskapin alment. Men hvat siga vit trúgvandi til alt hetta? Seta vit okkum niður og góðtaka tað? Hava vit spakuliga bakkað longri og longri og sita nú í okkara egnu samkomum og hugna um okkum sjálv? Um so er, so er tíð at vakna! Nú er tíð at rópa varskó. Vit skulu við frímóði halda á at ynskja gleðilig jól, um so eingin annar ger tað. Og vit skulu við frímóði vegleiða landsins stýri, so landið og fólkið heldur røttu kósina. Og tað er eisini TÍN uppgáva. Vit hava so sera nógv gott at bjóða fram – ja, tað allarbesta – tá vit bjóða fólki Guds orð og fyriskipanir, og tí skulu vit als ikki skammast við at siga fólki, at tað er vandakós at taka Gud og Guds orð burturúr samfelagnum.

Nýtt ár er júst byrjað, og eisini í hesum ári mugu vit hvønn dag biðja Gud hjálpa okkum at standa fast við hansara orð og vera errin av at búgva í einum kristnum landi, samstundis sum vit takka fyri alt tað, sum hann hevur givið okkum. Vit eiga ikki at lata land okkara fylgja við streyminum, so góðu, kristnu virðini hvørva, men heldur vísa okkara landsmonnum á alt tað trygga og góða, sum tey hava við sær. Tað er einki tryggari og betri enn at byggja sítt lív, land og fólk á Guds orð og fyriskipanir. Latið okkum ikki skammast við at siga tað hart.

Vónandi hava vit øll havt eini gleðilig jól, har vit hava hoyrt gleðiboðini um, at heimsins frelsari kom í heimin at frelsa syndarar. Hann, hvørs navn merkir “Gud við okkum”, hevur fylgt okkum inn í nýggja árið og hevur lovað at vera við okkum allar dagar. Eisini dagar við mótgongd, og tá vit kenna tað strævið at standa við Guds orð. Eisini tá hann biður okkum áminna onnur um at byggja á hansara orð.

Gott nýggjár!