Harmur og gleði í felag tey reika

Suffía Nón

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Soleiðis ljóðar fyrsta regla í sálmi nummar 56 í sálmabókini, og soleiðis er gerandisdagurin eisini hjá okkum allarflestu. Vit kenna øll til harm og gleði, og vit kenna øll til upp- og niðurtúrar. Viðhvørt er lívið ”lutter idyll”, og aðrar dagar kundi ein gott verið fyriuttan, ikki satt? Men soleiðis eru treytirnar hjá okkum her á fold; alt er ikki gleði og eydna, sorgin og tár hava eisini sítt natúrliga pláss í okkara gerandisdegi. Men einaferð verður tað øðrvísi; tað hava vit fingið lovað.

Eitt kvøldið sótu eg og tann eldri sonurin og hugdu eftir filminum ”Inside Out”, ið er á Viaplay. Hetta er ein teknifilmur, ið Pixar hevur gjørt. Teknifilmurin er sera viðkomandi fyri okkum menniskju og viðger júst samspælið millum harm og gleði og hvussu tey í felag reika. Vit tosaðu eitt sindur um kenslur eftir filmin, hvussu nógvar ymiskar kenslur, vit hava, og hvussu skjótt skiftið kann vera millum hesar ymisku kenslurnar. Eisini vóru vit samd um, at summar kenslur tíma vit ikki líka væl sum aðrar.

Søgugongdin í filminum ”Inside Out” er um kenslur, har áskoðarin er á “vitjan” inni í høvdinum á einum menniskja. Kenslurnar eru í teknifilminum gjørdar um til persónar, ið eru: Gleði, Harmur, Ótti, Andstygd og Vreiði. Hesir persónar (kenslur) búgva inni í høvdinum á menniskjanum.

Í filminum byrjar alt so sára gott. Eitt nýføtt gentubarn letur við gleði eyguni upp.

Kenslan av gleði, avmyndað í filminum sum ein persónur (Gleði) í høvdinum á gentuni, trýr, at hon er tann einasta, ið skal stýra tí lítla gentubarninum og at gentan tí altíð bert skal kenna til gleði.

Men so byrjar lítla gentubarnið at gráta, og ein nýggj kensla kemur fram í høvdinum á gentubarninum; og hetta er Harmur (tað at verða kedd) Seinni koma so Ótti, Andstygd og Vreiði.

Restin av filminum gongur so út uppá stríðið millum hesar persónar (kenslur) í høvdinum á gentuni – hvør nú skal stýra gentuni í teimum ymisku støðunum, ið hon kemur út í. Eftir eina tíð verða kenslurnar samdar um, at tað er best, um Gleði altíð er við róðrið, so at gentan allatíðina er glað. Men tey finna tó skjótt útav, at soleiðis hongur tað ikki heilt saman. Gentan hevur eisini brúk fyri at verða eitt nú kedd, ill, bangin og so framvegis.

Hugtakið ”Harmur og gleði í felag tey reika” er sera væl forklárað í teknifilminum ”Inside Out” hjá Pixar. Bíblian sigur okkum, at hóast Gud vil geva okkum gleði, merkir hetta ikki, at vit skulu ganga á einum ljósareyðum skýggi hvønn dag.

Í filminum lærir gentan, og hennara ”persóngjørdu” kenslur, at tað eisini er brúk fyri Harmi; tað er eisini brúk fyri gráti og sorg, tá ið vit til dømis hava mist onkran, ella um okkurt ger okkum ilt.

Men Bíblian lærir okkum eisini – og hetta andaliga sjónarhornið manglar filmurin sjálvandi – at tá ið Harmur og Gleði í felag reika, so meinast tað eisini við ta gleði, ið vit fáa við at eiga Jesus; hvat vit eru í honum og hvat hann hevur vunnið fyri okkum. Og hetta er, líkamikið hvat vit uppliva av upp- og niðurtúrum.

Gleðin í Jesusi er betri enn alt, ið lívið kann bjóða okkum, og hvat deyðin kann taka frá okkum. Og tað er eisini tað, ið fyrsta vers í sálmi nummar 45 í sálmabókini endar við: ”Himinin eina ber sælu og frið.”

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina