Heiðursløta fyri David presti í Miðvágs kirkju sunnudagin

Í gjár gjørdist David Johannesen, fyrrverandi vágaprestur, 70 ár, og í hesum sambandi skipa Vága prestagjald og prestarnir fyri forvitnisligari kvøldsetu næsta sunnudag 26. mai klokkan 16 í Miðvágs kirkju. Á skránni verður sangur og upplestur úr skaldskapinum hjá Davidi.

Ikki minst forkunnugt er, at tónaskøld úr Vágum hava gjørt løg til sálmar og sangir, sum verða framførdir á kvøldsetuni. Vágakórið syngur undir leiðslu av Katrini á Borg Johannesen, og Knút Olsen hevur gjørt lag til ein av sálmunum. Harumframt hava Holgar Jacobsen, Valdemar á Løgmansbø og Jón Eirik Joensen, urguleikari í Miðvágs kirkju, gjørt løg, sum teir framføra á kvøldsetuni.

Eftir løtuna í kirkjuni verður boðið til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum. Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyriskipararnir.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina