Her elska tey Guds orð – Bíbliuna

Fólk koma tíðliga í kirkju í Huai’an í Kina, fyri at fáa tíð at lesa í Bíbliuni, áðrenn gudstænastan byrjar.

Tær slitnu, svørtu Bíbliurnar tala fyri seg. Hetta eru fólk sum lesa nógv í Bíbliuni. Øgiliga nógv!

Ikki er neyðugt at spyrja tey, sum hava hesar væl brúktu Bíbliur í hondum sínum, hvønn týdning hendan bókin hevur fyri tey. Svarið gevur seg sjálvt. Hetta eru fólk, sum veruliga elska og virða Bíbliuna sum Guds heilaga orð.

Bíblian til øll – fyri ein rímiligan prís

Kirkjan rúmar 3000 fólkum. Gólvið hellur eitt sindur, so øll kunnu síggja – tey aftastu sita eitt sindur hægri enn tey fremstu.
Tí síggja øll, tá ið presturin, Ni Jingli, lyftir eina Bíbliu upp fyri at heiðra gestunum frá Bíbliufelagnum, sum eru á vitjan. Hann greiðir frá, at henda Bíblian er serstøk: Hon kann seljast fyri ein sera lítlan prís, soleiðis at øll hava ráð at keypa – takkað veri gevarum úr fleiri øðrum londum.

Meinigheitin í Huai’an, eins og so nógvar aðrar í Kina, hevur ment ein mentan, har bíbliulesnaður hevur ein sera týðandi leiklut – eisini undir gudstænastuni.

Bíblian í miðdeplinum undir gudstænastuni

Allar beinkirnir í kirkjuni hava eina breiða hill á rygginum, sum virkar sum borð fyri tey, sum sita aftanfyri. Á hesum hillunum liggja Bíbliur.
Hóast dagsins tekstur, um hin burturfarna sonin, verður vístur á stórskíggja, velja mong at lesa frásøgnina í síni egnu Bíbliu.

LES EISINI  Kristin kinverji handtikin fyri ólógliga at prædika gleðiboðskapin á gøtuni; men heldur tó á at prædika fyri politinum.

Tá ið presturin seinni leiðir meinigheitina í bøn, leggur ein eldri maður seg á knæ í miðgongini. Onnur hvíla høvdið á sína egnu Bíbliu.

Meinigheitin í bøn.

Bíblian – eisini í gerandisdegnum

Í hesi kirkjuni, eins og í mongum øðrum kirkjum í Kina, hava tey eina mentan, har Bíblian er í miðdeplinum. Fólk koma tíðliga í kirkju, longu áðrenn gudstænastan byrjar – fyri at lesa í Bíbliuni saman.

– Í kirkjuni leggja vit dent á, at tey ungu skulu taka sær av foreldrunum. Tað er týdningarmiklari at læra børnini gudsótta enn at tey gerast rík. Um tey læra gudsótta, fara tey at tæna bæði familjuni og samfelagnum, sigur presturin í kirkjuni.

Bið fyri Kina

  • Takka fyri teir kristnu felagsskapirnar og kirkjurnar í Huai’an og kring alt Kina.
  • Bið um framhaldandi brennandi gleði og felagsskap um Guds orð, og at fleiri menniskju fáa gleði av at lesa Bíbliuna.
  • Bið um, at bíligar Bíbliur framhaldandi náa tey fátæku í Kina.
  • Bið um, at fleiri verða kallað til tænastu, og at meinigheitirnar, íbý og bygd, verða útgjørdar við vísdómi og dirvi at boða gleðiboðskapin.
  • Takka fyri tað góða samstarvið millum kirkjurnar, myndugleikarnar og Bíbliufelagið í Kina, sum ger tað møguligt at týða Bíbliuna til nýggj mál og at breiða hana út víða um landið.

    Kelda: Norska Bíbliufelagið

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina