Hevur Gud broytt meining?
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Fyri nøkrum døgum síðan kom ein teldupostur í postkassan hjá Trúboðanum. Tað er ikki fyrstu fer vit hava fingið ein slíkan teldupost, og sum so stóð einki, sum eg ikki longu visti. Tí hóast hetta var ein nýggjur avsendari, so er trupulleikin tey skrivaðu um í teldupostinum so vanligur, at eg hevði gitt at tey sjálvandi stóðu við somu avbjóðing.
Hesa ferð var tað eitt danskt útimissións felag, sum skrivaði til okkum. Men vit hava fyrr fingið teldupostar, sum líkjast, frá øðrum missións feløgum. Og vit í Heimamissiónini hava sama trupulleika.
Og hvør er so trupulleikin, sum vit og onnur missións feløg hava? Ja, eg havi slett ikki hug at greiða frá tí, tí tað er beint tað øvuga av øllum eg haldi meg vita um Gud. Men kanska hevur Gud broytt meining? Ja, ikki bara broytt meining, tí um so er, er hann blivin ein heilt annar enn tann hann var. Um hann hevur broytt meining á júst hesum økinum, skuldi øll bíblian verið umskrivað.
Men tað er undranarvert at eingin longur verður kallaður av Gudi til tænastu fulla tíð. Seinasti telduposturin kom frá Mission Afrika, men vit kundu eins væl havt skrivað hann. Heimamissiónin hevur havt leys størv seinastu tvey árini.
Og í grundini handlar tað ikki bara um lønt størv. Tí tað mangla eisini leiðarar í sunnudagsskúlum og juniorarbeiðum. Og sjálvt í bíbliubeltinum er tað trupult at manna stýri í missións- og meinigheitshúsum. Nøkur av stýrunum hava ongan formann havt í longri tíð.
So hetta setir spurningin: hevur Gud broytt meining? Er missión tikin av skránni? Hevur Gud ikki tørv á at kalla og senda menniskju longur? Hetta tykist ógjørligt og hevði verið ímóti øllum, sum bíblian lærir okkum um Gud. Tí vit vita at hann elskar menniskju, og at “hann ikki vil, at nakar skal glatast, men at allir skulu koma til umvendingar.” 2. Pæt. 3,9
Uppvaskisyndromið
Vit standa so eftir við tí møguleikanum, at tað slett ikki er Gud, sum er broyttur. Tað kann sjálvandi vera at tað bara eru Guds børn, sum hava fingið uppvaskisyndromið. Hetta er ein væl kend sjúka, sum serliga rakar hoyrnina á tannáringum, tá ið tey verða biðin um at vaska upp. Tað er so nógv annað tey gjarna vilja fáa burtur úr degnum, so hví skulu tey brúka tíðina til at vaska upp?
At vaska upp stríðir kanska eisini eitt sindur ímóti trongdini til at slíta seg leys frá foreldrunum. So tað er kanska beinleiðis býtt at siga ja, tá mann verður biðin um at vaska upp. Tað er jú ein upplagdur møguleiki at staðfesta síni sjónarmið (við østari og harðari rødd). Tá ið mann soleiðis sigur nei við foreldrini, kann mann byggja seg sjálvan upp sum eina sjálvstøðuga veru, hvørs foreldur ikki skulu blanda seg upp í, hvat tíðin skal brúkast til.
Men okkara himmalski pápi hevur eini hús, sum hann gjarna vil hava at rigga. Hann hevur sjálvur teknað tey, og hann hevur skapt øll, sum búgva í teimum. Hvørja ferð hann skapti eina nýggja menniskju, ella sniðgav eitt nýtt horn í húsunum, legði hann ætlanir fyri tað. Alt í skapanarverkinum hevur eitt endamál, og er gjørt til at fullgera júst hetta endamál.
Tíverri ber húsfólkið brá av at børnini hugsa meir um, hvat tey vilja vera hvør í sær, enn hvat pápi teirra hevur skapt tey til.
Tað eru tvær orsøkir til at eg brúki orðið tíverri:
Í fyrsta lagi hevur tað ávirkan á virkisføri í Kirkjuni, tá ið menniskju siga nei við Gud.
Í øðrum lagi er tað, í grundini, ikki eitt gott hugskot at brúka eina turkitrumlu sum uppvaskimaskinu. Tallerkarnir brotna í turkitrumluni, og hetta skaðar hana og tá ið uppvaskimaskinan ikki verður brúkt, torna pakningarnir. Tað er hvørki ágóði fyri turkitrumluna, uppvaskimaskinuna, tallerkarnar, ella húsarhaldið sum heild, um tey ikki eru í røttu uppgávuni í húsinum.
Tíbetur er ein djúpur samanhangur ímillum, hvat er gott fyri kirkjuna, og hvat er gott fyri ta einstøku menniskjuna. Tað er jú ein og sami Gud, sum hevur skapt alt, og ætlað tað í ein samanhang. Tí kunnu vit heldur ikki hava størri sjálvrealisering, enn at finna út av, hvar Gud ætlar at vit skulu vera.
Tað er tørvur á menniskjum, ið vilja vera trúføst ímóti Gudi, og hansara ætlan fyri teirra lívi. Tað er tørvur á menniskjum, sum skilja, at tað besta staðið at vera, er har Gud ætlaði at vit skuldu vera, enntá áðrenn vit vóru gitin.
Tað er so sanniliga tørvur á menniskjum, sum vilja hjálpa við at náa menniskju við Guds kærleika. Tað er tørvur á skrivstovufólkum, útitrúboðarum, tíðindafólki, sunnudagsskúlaleiðarum og øllum møguligum øðrum, sum vilja arbeiða fyri søkina hjá Guds ríki.
Vil tú vera við?
Komandi tíðina lýsir Heimamissiónin við fleiri størvum. “Indre Mission” í Danmark hevur eisini tørv á fólki. Tað hava danska sjómansmissiónin, Mission Afrika og nógv onnur eisini. Og tað er tørvur á sjálvbodnum alla staðni.
Tí spyrji eg teg, góði lesari:
1. Vil tú vera trúføst/trúfastur ímóti tí missión Jesus hevur givið sínari kirkju á jørðin?
2. Vil tú vera líðin ímóti tí kalli, tú fær frá tínum himmalska pápa, óansæð hvat hann kallar teg til?
Og ímeðan tú hugsar um hesar spurningar, fari eg at heita á teg um at vera trúgv/ur ímóti tí áheitan Jesu gav lærusveinunum:
Takk øll tit, sum trúføst biðja Gud um at kalla til tænastu!
Carsten Fonsdal Mikkelsen hevur skrivað
Rósalind Olsen umsetti