Starvslýsing

Fleiri spennandi størv eru leys at søkja.

Miðlafólk til Trúboðan

Trúboðin – ein livandi og spennandi miðil

Søkt verður eftir miðlafólki til www.trubodin.fo. Talan er um fulltíðarstarv. Arbeiðsstaðurin er í Leguhúsinum í Nesvík.

Trúboðin er málgagnið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum m.a. kunnar um fjølbroytta arbeiðið hjá Heimamissiónini, eins og tíðindi frá Fólkakirkjuni og øðrum kirkjum og samkomum. Dentur verður lagdur á uppbyggjandi tilfar, eins og at viðgera týðandi og viðkomandi evni. Trúboðin hevur eitt ljóðstudio umframt alla neyðuga útgerð til bæði at kunna framleiða ljóð- og videosendingar.

Arbeiðið umfatar m.a.

  • at menna fjølbroytt innihald á Trúboðanum
  • at síggja møguleikar fyri at fáa sjálvboðin at gerast størri partur av tænastuni á Trúboðanum
  • at vera ein kristin rødd í samfelagskjakinum

Persónligir eginleikar

  • tú dugir væl at skriva føroyskt
  • tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • tú tekur undir við tí, sum Heimamissiónin stendur fyri (sí samleikaskjalið)

Vit bjóða tær

  • eitt spennandi og fjølbroytt starv, har tú kanst hava ávirkan
  • at vera partur av einum góðum arbeiðsumhvørvi
  • løn og setanartreytir eftir nærri avtalu

Ábyrgd

  • tú vísir til aðalskrivaran

Umsóknir

Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verða at senda til:

Kirkjuliga Heimamissiónin
Att.: Andrias Magnussen, aðalskrivari
Nesvík 8
FO-437 Nesvík

ella

andrias@mission.fo
Umsóknarfreistin er 3. mars 2023.

Starvið verður sett, tá rætti persónurin er funnin.

Meira at vita?

Set teg í samband við Andrias Magnussen á 230070 ella andrias@mission.fo

Kirkjuligu Heimamissiónini er ein sjálvstøðug vekingarrørsla í Fólkakirkjuni. Virksemið fevnir um heimamissión, sjómansmissión og altjóðamissión. Arbeiðið byggir á Bíbliuna og fólkakirkjunnar 5 evangelisk-luthersku játtanarrit. Endamálið er at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi. Okkara visjón er at møta menniskjum, har tey eru.

Kirkjuliga Heimamissiónin
Tel. 470000

www.mission.fo


Volontør innan barna- og familjuøkið

Barna- og familjuøkið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini er stórt og spennandi øki. Hevur tú hjarta fyri børnunum og familjum? So er hetta ein fantastiskur møguleiki hjá tær!

Sum volontørur innan barna- og familjuøkið ert tú í tøttum samstarvi við Barna- og familjuráðgevan hjá Heimamissiónini. Tú ert við til arbeiðið við legum, tiltøkum o.ø. sum er á skránni hjá SIMBA og EINDINI.

Uppgávurnar, sum tú kemur at hava, kunnu tó í stóran mun tillagast tín áhuga og tíni evni. Tað eru nógvir møguleikar og nógv evni, sum kunnu nýtast innan barna- og familjuøkið hjá Heimamissiónini. Sum volontørur hevur tú tí góðar møguleikar at menna teg innan tín egna áhuga, so leingi tað kann rúmast innan barna- og familjuarbeiðið.

Endamálið við øllum virkseminum hjá SIMBA og EINDINI er at boða boðskapin um Jesus sum besta vin barnanna (og hjá teimum vaksnu).

Sum heitið volotørur sipar til, so er talan um sjálvboðið arbeiði. Volontørurin fær tó eina samsýning á 6000 kr. um mánaðin til lívsins uppihald og eitt sindur av lummapengum.

Tú verður partur av arbeiðsumhvørvinum í Nesvík, har tú samstarvar við hini starvsfólkini, serliga ráðgevan, umframt nógv sjálvboðin. Afturat hesum vera ymiskar uppgávur, har tú skal duga at arbeiða sjálvstøðugt.

Um tú ert áhugað-/ur ella hevur spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú vælkomin at venda tær til:

Andrias Magnussen, aðalskrivara
andrias@mission.fo
Tlf: 230070

Starvstíðin er upp til 6 mánaðir, við møguleika at forleingja inn í næsta ár.

Volontørurin verður settur eftir avtalu.


Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina