Hevur tú hug at lesa gudfrøði?

Meinigheitsfakultetið í Aarhus flytur teirra kunningarfrálærudag út á netið í ár. Hetta ger tað einfaldari hjá okkum føroyingum, ið hug hava at fara undir gudfrøðislesnað. 

Stendur hugur tín til prestagerningin, boðbera, trúboðara ella lærara? So ber til at melda seg sum luttakara til “intro dag” á netinum, og soleiðis fáa meira at vita um læru- og kunnleikatilboðini frá Fjellhaug International University College og Meinigheitsfakultetið, Aarhus. 

Gjøgnum dagin fært tú kunning og eina smakkiroynd um spennandi frálæruna frá tveimum lærarum og tveimum næmingum haðani. 

Studiokunnleikadagurin verður á TEAMS, tann, 25. februar klokkan 10.00 – 11.45  

Les meira á www.teologistudiet.dk

Henry Debes Joensen umsetti     

LES EISINI  Ungar gentur í vesturheiminum stríðast sálarliga
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina