Hevur tú hús títt á klettin bygt

Fyrr í ár vóru Harmonikuvinir í Nesvík, har teir spældu fleiri sangir.
Hesar sangir fara vit so við og við at leggja út á Trúboðan. www.trubodin.fo www.harmonikuvinir.dk

Hevur tú hús títt á klettin bygt,
stendur í ódnum tað væl,
har kanst tú altíð teg hvíla trygt,
sálin har gleðast kann sæl.
Og tú, sum siglir um fjaldu sker,
hoyr, í Guds havn er hin sæla ró,
akkersbotn fastan tú finnur her;
kasta bert akker í trú!

Einki kann vika ta sterku grund,
klettin, sum ongantíð sveik,
sjálvt tá í deyðans- og dómastund
verøldin víkja má veik.
Glataður tá allar ævir er
tann, sum ei náði í Kristi fann,
søk tí títt festi við klettin her,
hann, sum tær frelsuna vann!

Á vári ferð fram til friðarhavn
syngja við treysti vit glað,
hvíla á klettinum, Jesu navn,
ið ber oss trygt til Guds stað.
Har skulu altíð vit skoða hann,
syndarar, frelstir við Jesu orð,
fegnast um lívið, hann okkum vann,
sessast við hansara borð.

Akkerið fellur, vit náddu havn,
Jesus vit har skulu sjá.
Frelsarin tekur oss í sín favn,
ongantíð skiljast vit tá.
Bylgjurnar brutu so mangan her,
trúgvin var lítil, og mótið svann.
Kletturin helt! – nú vár sangur er:
Prís fái Jesus, Guds lamb!

1) Matt. 7,24.
Enskur 1888. Edm. í Garði.
Lag: Lth. 48. As-dur, c.

LES EISINI  Hevur tú í Jesu sárum funnið frið
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina