Hiddisong – Runavíksingurin í Aabenraa

Seinasta árið hevur Hildibjartur Højgaard, eisini kendur sum Hidde, givið nøkur løg út.

Hildibjartur er runavíksingur, men flutti til Aabenraa í 1988, har hann framvegis býr saman við konu síni Helle.

Sum smádrongur dámdi honum væl lívið í Runavík, har fótóltur og tónleikur fylti dagarnar. Tá hann var 10 ára gamal lærdi hann síni fyrstu greb á einum gittara, og síðani gekk tað skjótt.

“Eg lærdi nøkur greb á gittarinum hjá Jógvani, bróður, sum 10 ára gamal, og spældi javnan. Sum 13-14 ára gamal kom eg við í ein tónleikabólk, ið kallaði seg Cosmos Factory. Góðir runavíkingar sum Edmund Jacobsen, sum seinni blevi forsangari i m.a. Chase, Trygvi Mortensen og Oddfríður Gaardbo, sum kanska mest eru kendir innan fótbóltin. Vit spældu vanligan pop-rocktónleik sum t.d. Bad moon rising o.a., men eg og Edmund fóru eisini undir at skriva egnar tekstir. Eg hugsi tað var her, at eg fann útav, at tað ikki var ómøguligt at skriva egnar sangir”

Bleiv tilvitaður um trúnna á Jesus

Sum 15-16 ára gamal gjørdist Hildibjartur meir tilvitaður um trúnna á Jesus. Nógv av tíðini bleiv tí brúkt í Missións- og ungdómshúsinum á Glyvrum. Hann gavst samstundis við tónleikinum og fótbóltinum.

“Nógv broyttist hesa tíðina, har trúgvin á Jesus, og tann andaligi felagsskapurin hevði alt at siga. Eg eri Guði óendaliga takksamur fyri at hann beindi meg inn á himmalvegin, har alt snýr seg um at fáa og geva fyrigeving.

Samstundis eri eg Guði takksamur fyri árini áðrenn missiónshústíðin byrjaði, og góða felagsskapin, ið var bæði á fótbóltsvøllinum og í tónleikaumhvørvinum, og eg blívi heilt heitur um hjarta, tá eg hugsi um alt tað góða Runavíkin gav mær”

Men hóast hann gavst at spæla við Cosmos Factory, so merkti tað tó ikki at hann gavst heilt við tónleikinum.

LES EISINI  Sangur: Valdið er í Jesu hondum

“Tónleikurin steðgaði tó langtfrá aftaná eg var “byrjaður at ganga á møti”, sum tey søgdu tá í tíðini. Og her var tað heilt sikkurt Hilmar Jan Hansen, ið fekk størsta týdningin fyri mína víðari tónleikaferð.

Vit sungu og spældu naka saman inntil eg fór Bíbliuháskúlan, LMH, í Hillerød DK. Heimkomin har frá,
funnu vit saman aftur, og hildu á vi at syngja og spæla, og rættuliga skjótt kom eisini bróður mín, Jógvan upp í, og Runavíkar trio var ein veruleiki.”

Tað kom verulig ferð á teir ferðaðust og sungu um alt landið. Og áðrenn Hildibjartur flutt til Aabenraa í 1988 góvu teir kassettubandið “Friður í dag”

Skrivaði danskar sangir

Hildibjartur helt tó fram við tónleikinum tá hann kom til Danmarkar. Hann og konan byrjaðu at syngja saman og vóru biðin til bæði størri og smærri uppgávur ymsastaðni í Danmark. Tá fór hann eisini í gongd við at skriva danskar sangir.

“Nøkur ár seinni fekk Helle trupuleikar við røddini, og vit máttu gevast sum duo. Og tað løgna er, at sjálvt um eg eri blivin drigin djúpt inn í leiðslu-arbeiði innan tað andaliga arbeiði við álitispostum – bæði lokalt og á landsplan – so hevur tónleikurin ongantíð mist takið. Eg og dótturin sungu saman frá at hon var uml. 8 ára gomul, og her hevði eg møguleika til at skriva sangir til hana at syngja. Ofta eri eg eisini biðin um at skriva sangir til ymisk høvi, so sum stevnusangir til Bíbliucamping og onnur stórmøtir.”

Sonurin fekk gongd á

Hóast hann skrivaði nógvar sangir, so komu teir flestu tó at liggja í skrivaborðsskuffuni. Hann væntaði heldur ikki at nakað av hesum skuldi gevast út júst nú. Men lívið er løgið, og man veit ongantíð hvat bíðar hinumegin hornið, sum hann orðar seg.

LES EISINI  Hevur tú í Jesu sárum funnið frið

Sum sonur hansara, Markus, vaks til fekk hann stóran áhuga fyri øllum tí, sum hevði við upptøku av tónleiki at gera.

“Eg hjálpti honum at byggja eitt ljóðstudio. Fyrst her heima hjá okkum privat, og seinni í einum kjallara í Valby, har hann saman við tveimum øðrum hevur stovnað plátufelagið “Green Tape Records”.
Og av tí, at eg hevði hjálpt teimum so væl, fekk eg í boði, at innspæla okkurt av tí, sum eg hevði liggjandi.
Hetta var nokk í februar 2020, og tá eg samstundis var blivin loystur frá teimum flestu álitispostunum í missiónsarbeiðinum, sá eg ein møguleika, at leggja fulla orku í tað tónleikaliga, og spakuliga vaks “Hiddisong” framm.

Navnið Hiddisong, er ein samandráttur av “Hiddi” og “song”, í týdninginum “sangur”. Eg bleiv kallaður Hidde viðhvørt longu meðan eg búði í Føroyum, og her í Danmark verði eg konsekvent róptur Hiddi.”

Hiddisong hevur tvey spor.

Tað eina sporið eru sangir, sum beinleiðis viðgera kristnu trúnna, og eru ætlaðir meinigheitini til uppbyggingar. Í løtuni verða teir mest brúktir tá Hidde komi runt “live” í missiónshús og aðrastaðir, har kristnar samkomir biðja hann koma.

Hitt sporið er tað, sum í løtuni hoyrist í útvarpi og ymsum almennum miðlum. Fyrsti sangurin, ið varð útgivin eitur “My Saviour”. Hann kom í desember 2020, og tann næsti “Mamma, tú vart altíð har” kom í apríl 2021.

“Vit eru langt ávegis við tveimum aftrat, sum vónandi koma áðrenn jól. Tað er sangurin “Milomand” og “Nu gik solen ned”, sum eisini verður útgivin í føroyskari útgávu við heitinum “Sólin fór í kav”. So tað verður alt í alt til 5 stakløg.

LES EISINI  Sum vársól rísur yvir fold

Tað er gamli tónleikavinurin, Hilmar Jan, sum hevur týtt “Sólin fór í kav” úr donskum. Hesi 5 stakløgini koma verða samansjóðaði, so tað kemur at liggja sum ein EP á Spotify, Itunes osfr.”

Kristan trúgvin størsta týdning

Fyri Hildibjart hevur kristna trúgvin og at boða boðskapin um Jesus og hansara sigur á krossinum stóran týdning.

“Kristna trúgvin er sjálvandi fyrst og fremst tað, at eiga lut í tí fyrigeving Jesus vann okkum á krossinum. Hvønn dag eiga vit tann frammíhjárætt, at gleða okkum um tað og liva í tí sannleika. Eg ein syndari, Jesus ein frelsari. Men hesin boðskapur veksur jú út í hendur, føtur og munn. Alt tað góða, sum eg fái frá Guði verður so at siga slúsa víðari til mín næsta”
Hiddisong syngur um gerandisevnir – sum arbeiðissemi, trúfesti, umsorgan og rættsinni. Um trúfesti í hjúnalagnum og Guð sum skapara av øllum. Og so fyrigeving, at móttaka fyrigeving frá Guði og monnum, og sjálvur geva tað víðari.

“My Saviour”, sum helst verður tann mest andaligi guðfrøðislig sangurin á EP’ini, er bygdur upp sum ein søga um trýggjar.

Fyrst er tað søgan um Jesus, og um vit skulu verða í Country talumáta, kunnu vit siga at hann er “The greatest Cowboy of them all”. Eingin sum hann hevur gjørt so gott hirða arbeiði. Søgan um Jesus er, at hann kom og fann meg í myrkrinum og leiddi meg heim.
Søga nummar tvey er um “The sinnerman”, gamli Hildibjartur, sum bæði er deyður og sum Luther segði “skal druknast hvønn dag”
Triðja søgan er um hin endurfødda Hildibjartur, sum áhaldandi skal líta á Jesus, og læra at sýggja seg sjálvan so reinan sum Guð ger.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina