Nýggir sálmar til føstuna

Í 2020 yrkti Petur Jákup Sigvardsen tríggjar nýggjar sálmar til føstuna.
Løgini eru løg til aðrar sálmar. Ein av sálmunum verður sungin við lagnum til So víða um lond. Yrkjarin hevur avgjørt, at hinir báðir sálmarnir skulu syngjast við løgum frá Føroysk Sálmaløg (FS).

Føroysk Sálmaløg er eitt savn við løgum eftir Knút Olsen. Vænandi eru ikki øll, sum eiga hesa nótabók, men viðmælt verður at ogna sær hana. Men inntil tá er møguligt at brúka onnur løg til sálmarnar. ”Sáttarmaðurin” kann eisini syngjast við lagnum “Hin harða krossin til ta síðstu hvílu” og “Staðgongumaðurin” verður sungin við lagnum til ”Eg sá han sum barn”. Men, sum sagt, so kann tað viðmælast at ogna sær bókina Føroysk Sálmaløg, ið inniheldur nógv góð løg.

Tveir av sálmunum, sum vórðu sungnir til føstugudstænastuna á Skála í farnu viku, kunnu hoyrast niðanfyri. Har kanst tú eisini síggja tekstirnar til allar tríggjar sálmarnar.


Staðgongumaðurin

Lag: So mangan eg síggi, at bylgjurnar bróta. FS. 101.

Nú tímin var komin, – tann versti á foldum,
hin besti skal ofrast av syndanna voldum:
Guds sonur, ið synd vára alla vil bera,
hann offurlamb okkara sjálvur vil vera.

LES EISINI  Á lívshavsins bylgjum mín sál var í neyð

Hvørt stig, ið hann stígur, eg átti at stigið;
ta líðing, hann toldi, eg átti at liðið;
ta háðan og spottan, ið hann mátti taka,
var synd mín, ið sjálvan meg átti at rakað.

Ta neyð, ið hann nívdi ta svárastu løtu,
hann fyri meg gekk eftir helheimsins gøtu
ta leið, eg sum glataður átti at gingið
og æviga løn fyri synd mína fingið.

Sum synd mín á krossinum frelsarin hongur,
-hon aldri um ævir kann døma meg longur,
tí verkið er fullgjørt, tað eingin kann vika:
í trúnni á blóðið er synd mín øll strikað*.

 Tín kærleik, o, faðir, eg aldri kann fata,
at einborna son tín tú mær vildi lata.
Guds Andi, rek burt frá mær vantrúgv og iva:
at Jesus, tú livir, og at eg skal liva**.

Tøkk, himmalski Faðir, so rík er tín náði,
at heimvist har heima í trúnni eg fái;
Gud hjálp okkum øllum tann gripin at eiga,
tann einasta grip,  sum til lívið kann leiða***. *1. Jóh. 1, 7; ** Jóh. 14, 19. *** Matt. 6, 19-21.
Yrktur 28.-29. mars 2020 Petur Jákup Sigvardsen

Tímin er komin 

Lag: So víða um lond. Sl. 298a.

Nú tímin er komin, og svikaráð løgd,
sum Jesusi alkunnig vóru;
til sveina í stovu tey so vórðu søgd,
teir síðan frá kvøldmáltíð fóru. 

LES EISINI  Besti kristni tónleikurin í 2021

Tað seinasta strekkið á líðingarferð
hann sorgtungur sporini stígur;
í bøn til sín faðir í himlinum er,
til kníggja hann tungliga nígur. 

Hann fyri sær biður og sveinunum við
og øllum, á hann vilja trúgva:
at halgað tey standi við sannleikans lið
í einleikans fylking at búgva. 

So mangan vár frelsari biðjandi lá
í bøn til sín himmalska faðir,
ið valdið alt hevur alheiminum á,
og okkum øll føðir og klæðir. 

Hvør mikið so meira man mannkynið alt
áhaldandi eiga at biðja:
um mátt til at vera hans ljós og so salt
og tørvin í bønum at siga!

Tí hetta hitt æviga lívið víst er:
sín Gud og hans son her at kenna,
at lív várt í trúgv og í gudsótta fer,
og lívsljósið støðugt má brenna. Jóh. 17.
Yrktur 22. mai 2020.  Petur Jákup Sigvardsen

Sáttarmaðurin 

Lag: Vár móðurjørð seg sára illa gremur. FS. 127.

Ein sáttarmaður eftir gøtu gongur,
ei mannkyn nú kann fylgja honum longur,
hann einsamallur síðstu spor má stíga,
til hann á sáttarkrossinum  má líða.

LES EISINI  Hvussu kanst tú á ein góðan hátt nýta føstutíðina

Sum synd og skuld mín, har tú, Jesus, hongur*,
-Guds egni sonur har sum deyðans fongur.
Men upp til lívs tú aftur hevur stigið,
og deyðans brodd um ævir hevur vigið. 

Um aldri eg á ævini kann skilja
øll tíni frelsuráð og kærleiks vilja,
so hjálp mær, faðir, at ei mær at bága
eg meinboga av krossinum skal fáa. 

Nógv heldur biði eg teg, kæri faðir,
sum okkum mettar, grøs og liljur klæðir,
at krossur Krists má geva okkum megi
hvønn lívsins dag á mjáa trúarvegi. 

Tøkk, talsmaður, ið krossins orð vil bera,
og livandi í hjørtum vára gera.
Takk, kæri Jesus, fyri frelsu tína,
– eitt fullgjørt verk, ið bøtti misgerð mína.

*2. Kor. 5, 21.
Yrktur 4. apríl 2020. Petur Jákup Sigvardsen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina