HIN PODDURIN – Poddvarpið hjá Háskúlanum í Nesvík

Í hesi røðini tosa vit við ung og eldri, sum hava verið á (Bíbliu) háskúlum ymsastaðni runt heimin.
Vit tosa um hví tey valdu at fara, hvussu tey upplivdu lívið á skúlanum og hvat tey gjørdu.

Um tú ynskir at bjóða teg fram sum gest, set teg í samband við Jákup E Petersen á jep@kirkjan.fo.
Tað kann bæði vera um tú nýliga hevur verið ella um tað liggur longri afturi í tíðini.

Tann fyrsti var við Judith Johannesen og Sirið Hanusardóttir Samson, ið vóru á Discipelskolen hjá Ordet & Israel.

LES EISINI  Háskúlin í Nesvík fer námsferð til Ethiopia
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina