Aftur til forsíðu

Hotel Hebron vónar at fáa fleiri gestir úr Føroyum

Hotel Hebron vónar at fáa fleiri gestir úr Føroyum

Heilt nógvir føroyingar hava búð á missiónshotellinum Hotel Hebron millum ár og dag. Hotellið liggur beint við føroyingahúsið mitt í Keypmannahavn. Hotellstjórin Peter Bech vónar at fáa nógvar føroyingar á feriuvitjan aftur í ár.

Danska Indre Misson eigur hotellið, sum eins og øll onnur hotell hevur havt eitt sera vánaligt ár í ár. Tá danska stjórnin aftur loyvdi fólki úr nøkrum fáum londum at fara í summarfrí í Danmark, fylgdu treytir við. Tey skuldu ikki gista í Keypmannahavn. Hetta er nú broytt, men skaðin er longu hendur: týskarar, norðmenn og íslendingar í hópatali hava bílagt sínar feriur aðrastaðni í Danmark, og Keypmannahavn og Hotel Hebron standa nú í einari truplari støðu.

–          Gjøgnum árini hava vit havt rættuliga nógvar gestir úr Føroyum. Fyri 10 árum síðani var fimti hvør gestur føroyingur, og eisini hava sera nógvar føroyingar arbeitt á hotellinum, greiðir Peter Bech frá. Enn koma nakrir føroyingar, men als ikki líka nógvir sum tá. Ein orsøk er kanska at nógv fólk í arbeiðsørindum ikki sjálv keypa sínar ferðir longur. Ferðaskrivstovurnar taka sær av hesum nú, og tær velja hotell, sum liggja nærri flogvøllinum.

LES EISINI  Grønlandstoymið komið til Nuuk

Hotel Hebron er 120 ára gamalt og er eitt av elstu hotellunum í Keypmannahavn. Tað serliga við tí er, at sami eigari hevur átt hotellið øll árini. Hetta er einasta hotellið, Indre Mission eigur eftir, eftir at Stella Maris í Svendborg lat aftur í 2011.

Hotel Hebron hevur síðani 2005 verið í heimsins størstu bookingketu – Best Western, sum hevur 250 hotell í Norðanlondum og umleið 5.000 runt allan heimin.

Hotel Hebron er alla tíðina nútímansgjørt so hvørt sum tørvur hevur verið á tí, og tí kann hotellið kallast ‘3-stjørnað Superior’.

Hotel Hebron

Undanfarna grein

Trúboðin fingið stórfingna gávu frá donskum grunni

Les grein

Tað slikposin lærdi meg um Guds ríki.

Les grein
Næsta grein
A+