Skandinaviska turistkirkjan væl vitjað
Í farnu viku var eitt føroyskt ferðalag, við Pól Johannesen, trúboðara, og Hanusi á Gørðum, presti, sum ferðaleiðarar, og vitjaði á Gran Canaria. Ferðalagið, sum taldi 34 fólk ymsastaðni úr í Føroyum, búði á góðum gistingarhúsi, beint uttan fyri Puerto Rico, á suðursíðuni á oynni.
Veðrið er sera gott á Gran Canaria alt árið. Sólin skein hvønn dag, og miðalhitin var um 23 hitastig. Tí nýttu flestu luttakararnir fleiri tímar dagliga í sólini og at ganga túrar í góða veðrinum.
Á ferðini varð skipað fyri andaktum, bíbliutímum, gudstænastum og sosialum tiltøkum. Harafturat var møguleiki hjá luttakarunum at fara við á útferðir, sum Skandinaviska Turistkirkjan skipar fyri hvørja viku.
Skandinaviska Turistkirkan, sum er eitt norðurlendskt samstarv, hevur hildið til í Puerto Rico í fleiri ár. Í miðbýnum, tætt við keypssentrið, hevur Turistkirkan keypt hølir, har tey hava cafeteria “Oasen” og høli til møtir og gudstænastur. Tað eru sjálvboðin, sum skipa fyri arbeiðinum, og leiðarar eru hjúnini Guri og Samuel Estdahl úr Noregi.
Tað var hugtakandi at hoyra um søguna hjá kirkjuni og tann eldhuga, sum leiðandi fólkini hava. Túsundtals norðmenn og skandinavar vitja árliga Gran Canaria, og hundradtals eru fastbúgvandi har. Tí sóu fólk fyri nógvum árum síðani ein tørv á at hava eitt kristiligt savningarstað fyri skandinavar í býnum. Í grannabýnum, Arguiniguin, hevur norska sjómanskirkjan kirkju.
Caféin hjá Skandinavisku Turistkirkjuni er dagliga opin frá kl.11.-13.30.
Mikudag kl.10 er bøn í kirkjurúminum og kl. 11.15 er bíbliutími. Kl. 19 er sangtiltakið “Hele kirken synger”. Aftan á er caféin opin.
Fríggjadag er cafékvøld kl.18 har møguleiki eisini er at keypa lutaseðlar,- sum stuðul til arbeiðið. KL. 19.30 er “Turistkirkekveld” við samrøðum, konsertum, sangløtum og øðrum á skránni, og caféin er opin aftaná.
Sunnudag kl.19 er gudstænasta, og caféin er opin aftaná.
Øll eru vælkomin at vitja kirkjuna. Mest verður tosað og sungið á norskum og svenskum. Tað skilja flestu skandinavar – eisini føroyingar.
Adressan hjá Skandinaviska Turistkyrkan er:
Shopping Center Puerto Rico C. de la Gomera, 351 30 Puerto Rico Gran Canaria.
Facebook: Skandinaviska Turistkyrkan i Puerto Rico
www.turistkyrkan.org