Høvuðsmálið!
Hvat er høvuðsmálið í Bíbliuni?
Flestu okkara hava ikki stórvegis trupulleikar við at semjast um eitt svar: – Høvuðsmálið í Bíbliuni er evangeliið. Boðskapurin um Jesus.
Men hvat er høvuðsmálið í boðskapinum um Jesus? Hvat er høvuðsmálið í evangeliunum?
Her fara svarini kanska at verða eitt sindur ymisk:
– Sáttargerðin, siga summi.
Tað, sum Jesus gjørdi okkara vegna við sínum deyða, tá hann bøtti fyri allar heimsins syndir. Høvuðsmálið er tað, sum hendi á krossi Jesu Krists.
Eingin fer at kenna seg væl, sum mótmælir einum slíkum svari.
– Endurloysingin, svara onnur.
Frelsuverkið, sum Gud legði til rættis frá ævinleikanum, hevði eitt stórt mál: Allir skaðarnir, sum syndafallið hevði við sær, máttu bøtast aftur. Høvuðsmálið er, at Gud útinnir tað gjøgnum Jesus.
Tað er ikki so lætt heldur her at vera ósamdur.
Men – leita nú tína Bíbliu fram og blaða upp á Hebrearabrævið 8,1-2:
“Men eitt høvuðsmál í tí, sum her verður talað um, er hetta: Vit hava ein slíkan høvuðsprest, sum er setstur høgrumegin við hásæti hátignarinnar í himnunum, sum halgitænari í halgidóminum og hini sonnu tjaldbúðini, sum Gud hevur reist og ikki maður.”
Her finna vit eitt triðja svar:
Eitt høvuðsmál í evangeliunum er boðskapurin um, hvør Jesus er og hvat hann ger okkara vegna í himlinum í dag!
Sáttargerðin er fullførd. Endurloysingini bíða vit eftir. Men ímeðan útinnir Jesus eina tænastu hjá Gudi, sum fyri okkum hevur nógv størri týdning, enn mong gera sær greitt.
Hetta høvuðsmálið fara vit nú at steðga við í nøkrum kapittlum frameftir.
Eg fari kortini eisini at biðja teg um at blaða upp á Hebrearabrævið 9,24-28.
Her verður Jesu frelsugerningur framúr væl lýstur. Her verður talað um tríggjar ymiskar opinberingar, ja, um tríggjar ymiskar mátar, har Jesus gevur seg til kennar: Ein opinbering í fortíð. Ein opinbering í nútíð. Og ein opinbering í framtíð.
Fyrst 26. vers:
“Men nú er hann opinberaður eina ferð með alla við endan á tíðunum til at avtaka syndina við ofri sínum.”
Hetta er fortíð. Tað er hent: Sáttargerðin er fullførd.
So til 27.-28. vers:
“Og eins og tað er menniskjunum lagað eina ferð at doyggja, og eftir tað er dómur, soleiðis skal eisini Kristus, eftir tað at hann eina ferð er vorðin framborin fyri at bera syndir hjá mongum, á øðrum sinni, uttan synd, birtast til frelsu fyri teimum, sum honum bíða.”
Hetta er framtíð. Tað fer at henda: Ein endurloysn stundar til.
Og at enda í 24. vers:
“Kristus gekk inn í sjálvan himmalin, til tess nú at koma fram fyri ásjón Guds fyri okkara skuld.”
Hetta er millumtíðin.
Hetta hendir í dag: Jesu gongur fram fyri Guds andlit fyri okkara skuld.
Strika undir í tínari Bíbliu hesar tríggjar opinberingar av Jesu frelsugerningi.
Til umhugsanar…
Royn og finn svar upp á henda spurning:
Hvat ger Jesus í himlinum fyri okkum Í DAG?
Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)
Hjørleif Poulsen týddi