Hug at gerast sjálvboðin hjá Bláa Krossi?

Umleið 400 sjálvboðin eru virkin í teimum sjey handlunum hjá Bláa Krossi runt landið. Við at vera sjálvboðin ert tú bæði partur av einum sosialum felagsskapi við onnur sjálvboðin, og ert við til at gera ein mun í lívinum hjá øðrum. Hetta er eisini kjarnin í boðskapinum í verkætlanini ‘ABC fyri sálarheilsu’ hjá Fólkaheilsuráðnum, ið ger okkum varug við, hvussu vit kunnu styrkja okkara sálarligu heilsu við trimum slagorðum – ver virkin, ver saman og ver hugbundin.

Tað er prógvað, at jú størri gleði tú upplivir í gerandisdegnum, tess sunnari og longri er lívið. Vegurin til góða sálarliga heilsu kann vera fullur av jaligum upplivingum, og tú kanst sjálv ella sjálvur verða við til at styrkja um tína sálarligu heilsu. Gransking vísir, at tað skulu einans nakrar fáar handlingar til fyri at økja um tín trivnað og sálarligu heilsu, og við at vera sjálvboðin gert tú fleiri av hesum handlingunum samstundis.

LES EISINI  TEY NÁDDU TAÐ !!!

Hvat inniber hetta?
Tørvur er á fólki, ið eru í handlunum og selja vøru, sortera og gera klæðir og møblar klár til sølu. Tað er ikki neyðugt við nøkrum royndum fyri at kunna vera í handlinum, einans, at tú hevur hug at hjálpa til og megnar at taka fyri í handlunum ella sortera í øllum, ið verður latið Bláa Krossi.

Um tú meldar teg til, kemur tú á eitt toymi við 3-4 øðrum. Tit hava so ábyrgd av, at handilin er opin 1-2 dagar um vikuna ella mánaðin (tað er ymiskt frá handli til handlils, hvussu nógv sjálvboðin eru). Handlarnir eru opnir frá kl. 13-17.30 yrkadagar og 10-14 leygardagar (tó hevur handilin í Tórshavn opið frá kl. 10-17.30 yrkadagar).

Um tú ynskir at sortera, verður hetta ofta gjørt um kvøldarnar, ella tá tit sum toymi hava møguleika fyri at møtast.

Í endurnýtsluni hjá Bláa Krossi verður arbeitt fyri at geva nakað til onnur – gleðin við hesum er okkara løn. Vit bjóða bæði eitt gevandi starv og hugnaliga samverðu við onnur – og tað er altíð pláss fyri fleiri, skrivar Blái Krossur á heimasíðuni.

LES EISINI  Aðalfundur hjá Bláa Krossi Føroya

Blái Krossur hevur skrivstovu á Heiðavegi 23 í Saltangará tlf. 770 700 og t-post: blakross@blakross.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina