Hugnaløta verið í KFUK í Havn

Mánadagin 30. mai kl. 15.00 varð hildin hugnalig seinnapartsamkoma við Gullu Øregaard, sum greiddi frá um abba sín Jógvan Waagstein, sum fyri 100 árum síðan málaði stóra og eyðkeynda málningin í salinum hjá KFUK.

Mong fólk vóru komin saman, og fyriskiparnir máttu finna fleiri stólar og borð fram, so øll kundu fáa sett seg niður. Týðiligt var, at húsið og staðið hevur havt og enn hevur stóran týdning í huganum hjá teimum, sum komin vóru. Fleiri vóru komin, hóast tey bæði vóru illa gongd og máttu leiðast og stuðlast inn, meðan onnur aftur komu í rullustóli.

Byrjað varð við hugnaligum temunni við onkrum afturvið og prátið gekk óført. Nógv var at minnast aftur á og tað kendist, sum var hetta ein stór familjusamankoma, har tey uppmøttu dvaldu við alt tað, tey hava í felag av góðum og ríkum upplivingum. Fleiri teirra reistu seg upp og greiddu frá ymsum, tey høvdu verið fyri sum partur av hesum húsi. Ein greiddi frá, at tað var her, viðkomandi fyri fyrstu ferð skuldi traðka fram fyri fólki og framføra leikin, prinsessan á ertrini eftir H. C. Andersen sum KFUK skóti síðst í 40’unum.

Gunvør Øregaard frammanfyri málningin hjá abbanum Jógvani Waagstein
Málningur av Jógvan Waagstein frá Hoyvíkini við Nólsoynni sum bakgrund

Eftir temunnin tók skrivarin í KFUK Louisa Niclasen Hansen orðið og bjóðaði vælkomin, helt eina andakt út frá Ef.6,10-20 um herklæði Guds og greiddi eitt sindur frá sermerkta málninginum, sum KFUK hevði fingið í gávu frá listamanninum Jógvani Waagsteini fyri skjótt 100 árum síðan av Sigmundi Brestissyni, tá hann kristnaði Føroyar. Gunvør Øregaard, eisini kallað Gulla, førdi fram eina røðu um abba sín, Jógvan Waagstein, og samtíð hansara, søgu og ættarbond og ymiskt, hon visti um málningin. Gunvør greiddi eisini frá ymsum, abbin hevði fingist við sum lærari og listamaður innan tónlist, myndlist og annað. At enda varð sálmurin, “Harra Gud títt dýra navn og æra” sungin við lagnum hjá Jógvani Waagsteini.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina