Hvaðani kemur hitt góða frá?

Ofta verður kjakast um, hvaðani tað ónda kemur frá. Hvussu kann ein góður, almáttugur og alvitandi Gud verða til, samstundis sum nógvur óndskapur er í verðini? Ja, nógv ónt er í verðini, og tankar okkara leita til teirra, sum uppliva óndskapin í sínum gerandisdegi. At Djevulin og myrkursins kreftir eru til, síggja vit sanniliga í verðini í dag.

Men tað er ikki um tað ónda, eg skal skriva um í dag. Tvørturímóti. Mín spurningur er: Hvaðani kemur hitt góða frá?

Hvaðani kemur hitt góða vinalagið frá? Hvaðani kemur kærleikin frá? Hvat ger, at eg blívi so góður við abbabørnini? Hvaðani kemur miskunnsemið frá? Hvat er tað, sum ger, at eg blívi so glaður, tá ið eg gangi úti í skapanarverkinum? Ja, hvaðani kemur gleðin frá?

Hin kendi kirkjuleiðarin og ein av størstu teologunum í fornøldini, Augustin, hevur sagt: ”Um Gud ikki er til, hvaðani kemur hitt góða frá?”

Tá ið Gud hugdi út yvir skapanarverkið: havið, skógina, blómurnar, dýrini, fiskarnar og menniskjuni, stendur skrivað: “Og Guð leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott…” 1. Mós. 1,31. Gud var ógvuliga nøgdur, og Hann helt tað vera ómetaliga vakurt.

Hvaðani kemur hitt góða frá?

Hvør ein góð gáva og hvør ein fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá faðir ljósanna, og hjá honum er ikki umbroyting ella umskiftingarskuggi.
Ják. 1,17

Tað, sum letur upp dyrnar fyri evangeliinum, er góðska. Tað er vegna Guds góðsku, at vit eru frelst. “Ella vanvirðir tú ríkidømið av góðsku hansara og tolmóði og langmóði, og veitst ikki, at Guðs góðska leiðir teg til umvendingar?” Róm. 2,4. Evangeliið verður jú kallað tey góðu tíðindini.
Effie Campbell umsetti eftir Sten Sørensen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina