Hvar ert tú, og hvør ert tú?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hetta eru spurningar, ið mangan verða settir, og sum árini renna, so stilla vit vónandi okkum sjálvum hesar spurningar.

Á yvirflatuni kunnu spurningarnir kanska kennast einfaldir, men við erligari umhugsan kunnu teir saktans virka sera rannsakandi. Eginrannsakanin er sjálvandi neyðug. Eingin okkara er fullkomin og slet ikki á øllum økjum.

Fyri at lýsa eitthvørt umráði í dýpdina, so er rannsakan eitt gott og neyðugt amboð. Hetta er jú kent innan  journalistikk og psykologi við meira. Hyggja vit alment at tilveruni, so stendur eitthvørt menniskja á einum ella øðrum grundarlagi. Í hesum eru nærum øll samd, men so er ikki, tá ið tosað verður um sjálvt grundarlagið, sum vit byggja lív okkara á.

Í Føroyum er Kristus sjálvur sjálvt grundarlagið fyri ógvuliga mong fólk. Sum frelsari og fyrimynd verða tankar og avgerðir grundaðar á lív og læru hansara. Hetta er tí eisini ein sera stórur partur av okkara søgdu sum ósøgdu mentan í Føroyum.

Fyri onnur tykist Jesu deyði, uppreisn og læra sum reinur dárskapur, og tí er teirra grundarlag sjálvandi eitt annað. Halgabók verður tá í stóran mun vrakað sum sonn og harvið eisini sum eftirfarandi.

Hyggja vit so nærri at okkara tilveru, so er nakað jú tilvitað og annað ótilvitað. Júst tí er so neyðugt at spyrja seg sjálvan; Hvar ert tú, og hvør ert tú? Nærum øll hava – so ella so – sum mál at gera tað rætta og góða, men ikki ber altíð á mál. Hetta kenna øll til.

Vitanin um egin mistøk, veikleikar og so framvegis kann tó avnoktast, og tá gerast framtíðar úrslit neyvan betur. Annar møguleiki er at taka ting til sín og síðani leggja á annan bógv – við vón um betri framtíð.

Í dagligu tilveruni kunnu nærum øll verða samd um bæði eitt og annað óansæð átrúnaðarliga sum politiska fatan. Men skal lívið verða meira enn tað sjálvsagda – sum heldur ikki altíð ber á mál – so er neyðugt at steðga á og geva rannsakanini ein veruligan møguleika.

Rannsakanin kann sjálvandi staðfesta okkum í tí rætta og góða. Eisini kann hon avdúka okkara fatalu feilir, men í mongum førum er rannsakanin orsøk til neyðuga og gagnliga justering.

Lívið er sum ein ferð, og ígjøgnum tey ymisku lívsskeiðini er neyðugt at spyrja: Hvar eri eg nú? Spurningurin kann eisini fáa okkum at innsíggja, hvat vit byggja tilveruna á.

Byggir tú á hin æviga klettin ella er tilverugrundarlagið hitt forgongiliga, so sum materialisma, makt og hetta at taka seg væl út í eygunum hjá øðrum?

Er ransakanin djúp nokk, so stendur kanska eftir: Hvør eri eg í grundini?

Í trúnni á Jesus ert tú, sambært Halgubók, eitt Guds barn og samarvingi Krists, og um hetta kundi mangt gott verið sagt. Kristna lívið er fyrst og fremst grundað á Guds gávu í Jesusi Kristi. Herí liggur okkara frelsa, og haðani kemur øll náðin og kraftin til eitt heilagt lív, ið vit eru kallað at liva.

Tá vita vit, hvar og hvørji vit eru. Mátti Jesus tí í øllum fingið loyvi at myndað okkum og myndað raðfestingar okkara, so tær kunnu gagna Guds ríkis arbeiði.

Mangt megni eg als ikki í egnum mátti – men tó er eisini vón fyri okkum, tá ið vit hoyra orðini hjá ápostlinum: Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan. Tá føðist kanska eisini bønin í okkum: Verði vilji tín – ikki mín.