Hvar eru tey menniskju, sum vit vilja møta?

Øssur Kjølbro

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Fyrsta dagin kemur út bók um 100 ára søguna hjá føroyskari sjómansmissión. Eitt av mest hugtakandi eyðkennum fyri arbeiðið millum sjófólk hevur verið, at missiónin fylgdi við, tá fiskimenn fóru í onnur lond at fiska. Fyri mong man kendasta dømi vera sjómansheimið í Føroyingahavnini í Grønlandi, men fleiri onnur dømi eru. Sjómansmissiónin møtti sjómanninum, har hann var – og ger tað enn.

Tað sama kann sigast um fleiri aðrar tættir í missiónsarbeiðnum – bæði fyrr og nú. Eitt nú legurnar fyri børn og ung. Ella prentaðu bløðini, so sum Sunnudagsblaðið, Trúboðin og Kumpas. Mongu missións- og meinigheitshúsini kring landið og virksemið í og út frá teimum eru dømi um tað sama. Ein vildi og vil møta menniskjum, har tey eru. So sum Heimamissiónin orðaði eina visjón fyri nú fleiri árum síðani: Heimamissiónin vil møta menniskjum, har tey eru.

Tí missión er at vera sendur, tí Jesus sendi lærusveinar sínar út við gleðiboðunum. Hann bað okkum ikki fjala okkum í afturlatnum losjum, har vit hava nóg mikið í okkum sjálvum. Nei, hann bað okkum fara út, har onnur eru. Men hann sendi okkum út við nøkrum heilt ávísum: Við gleðiboðunum um hann, tí hann er Guds sonur og heimsins frelsari. Hann er deyður fyri allar heimsins syndir og upprisin til okkara rættvísgering. Hann er í grundini einasta vón hjá hesum heimi – okkum og næsta okkara.

LES EISINI  Gamalt gull: Ungdómsstevnan 1979

At møta menniskjum, har tey eru, snýr seg sostatt um at vera á teimum støðum, sum næsti okkara er. Men eisini um at tosa eitt mál, sum næsti okkara skilir – eisini tey, ið ikki eru uppvaksin við bíbliutekstum. Og so snýr tað seg eisini um at svara teimum spurningum, sum settir verða kristnu trúnni. Bæði av teimum, ið leita, og av teimum, ið finnast at.

Men hetta er ein áhaldandi og støðug avbjóðing til missiónsarbeiðið! Vit kunnu ongantíð hella okkum afturá og siga, at nú møta vit menniskjum, har tey eru. Tí medmenniskju okkara, eins og vit, flyta seg støðugt.

Hesum mátistokki eiga vit javnan at meta allar tættir í missiónsarbeiði okkara eftir. Og tað kann kennast avbjóðandi, tí skulu vit veruliga til “próvtøku” í heilum? Snýr tað seg ikki um at vera trúgvur, har Jesus hevur sett okkum, við teimum evnum og førleikum, sum Jesus hevur givið okkum? Jú, nettupp!

LES EISINI  Sørvingar vitjaðu fongsul í Rumenia

Hvør arbeiðsgrein stendur fyri tí støðugu avbjóðing at møta menniskjum, har tey eru. Men sum samlað rørsla man ein tann størsta avbjóðingin vera, at menniskju – medmenniskju okkara – eru so nógvar tímar á alnetinum hvønn tann einasta dag. Har eru ótroyttir møguleikar, sum vit eiga at gera væl meira við. Tí vit hava nakað virðismikið at møta medmenniskja okkara við!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina