Hvat gott upplivdi tú í 2020?

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Eg hugdi at eini sjónvarpssending, har ein maður helt, at árið 2020 var beint til at tveita í skrellispannina. Sigast skal, at hann hevði merkt meir til Korona enn vit her í Føroyum, men kortini helt eg tað vera ein sera negativ meining.

Hóast vit gjøgnum árið hava verið noydd at halda frástøðu og broytt gerandisdagin, upplivdu vit kanska okkurt, sum vit í roynd og veru ynskja at halda fast við, hóast koppsetingin skjótt fer at gera, at vit kunnu fáa ein vanligan gerandisdag aftur.

Vit fingu tíð at steðga á

Á stórmøtunum í 2019 var evnið: Steðga á. Andrias Magnussen, aðalskrivari, greiddi frá, at evnið var valt, tí vit nútíðarmenniskju renna sera skjótt; alt gongur við rúkandi ferð rundanum okkum og í okkara egna lívi. Tí hava vit brúk fyri at steðga á viðhvørt, og líkasum seta okkum við meistarans føtur, eins og Maria gjørdi.

Meðan nøkur fingu meir at gera av Korona, vóru tað mong, ið brádliga fingu slappa eitt sindur av. Eg trúgvi, at Gud arbeiðir gjøgnum tær broytingarnar, ið møta okkum. Eg meini ikki, at Korona er ein plága, ið Gud hevur sent okkum, men hann møtir okkum í trupulleikunum. Hann fylgist við okkum. Og hann ber okkum, har tað er truplast at ganga. Er Gud við í lívinum, koma vit heilt vist eisini at uppliva okkurt gott, ið ert vert at minnast. Nakað, vit ongantíð mugu tveita burt.

LES EISINI  Forboð móti kristnum tilfari

Hvat gott lærdi tú frá farsóttini?

Upplivdi tú eina signing í teimum smáu felagsskapunum? Brúkti tú meir tíð til at biðja? Lærdi tú nakað, sum hevur givið tær eina nýggja gleði um lívið, ella var farsóttin orsøkin til at tú møtti einum menniskja, ið fekk ein serligan leiklut í tínum lívi? Fekst tú óvæntaða hjálp til at leggja nýggja tekju á húsini, áðrenn tann gamla feyk við vindinum? Tú ert – sum altíð – vælkomin at deila tín vitnisburð við okkum, við at viðmerkja undir greinini ella senda okkum mail. Tað er týdningarmikið, at vit síggja tær gávur, Gud gav okkum í teimum truplu tíðunum. Og tað er týdningarmikið, at vit deila okkara gleði við onnur.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina