Aftur til forsíðu

Hvat halda floksformenninir um “fría fosturtøku”?

Mynd: Ivo Simons á Pixabay

Hvat halda floksformenninir um “fría fosturtøku”?

Í juli setti Trúboðin formonnunum í øllum politisku flokkunum tríggjar spurningar um fosturtøku. Spurningarnir snúgva seg um “fría fosturtøku”, nær eitt fostur er eitt menniskja, og um møguligar broytingar í fosturtøkulógini í næsta valskeiði.

Allir teir níggju flokkarnir, sum stilla upp til løgtingsvalið hesaferð, vórðu spurdir. Fimm floksformenn svaraðu spurningunum, og svar teirra standa niðanfyri í fullum líki. Formenninir í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Framsókn og Føroyaflokkinum svaraðu ikki.

 

Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, svarar:

Tekur tín flokkur undir við sonevndari fríari fosturtøku áðrenn eitt ávíst vikutal? Um flokkurin ikki hevur eina og somu støðu til spurningin, hvat er so tín egna støða?

– Í etiskum málum hevur Javnaðarflokkurin ta støðu, at valevnini atkvøða eftir egnari sannføring. Fosturtøka er eitt slíkt mál. Summi javnaðarfólk eru fyri fríari fosturtøku, summi eru ímóti, at fosturtøkan er frí, og summi hava ikki tikið støðu. Men eg haldi ikki, at nakar vil banna fosturtøku við lóg.

Fyrst og fremst haldi eg persónliga, at vit eiga at tryggja, at vit hava so sterkar sosialar skipanir í Føroyum, at eingin kvinna skal kenna seg noydda at fáa fosturtøku, tí hon ikki hevur ráð ella umstøður til tess. Vit hava góða ráðgeving, eitt gott barnaheim, sum bjóðar familjutilboð til tey foreldur, sum hava tørv á eini hjálpandi hond, Almannaverkið og familjuískoyti og so framvegis.

Eg havi ikki nakra greiða meining um fosturtøkuspurningin, tí eg haldi tað vera sera trupult at seta tað upp sum ein einfaldan ja/nei spurning. Men eg haldi ikki, at eitt fosturtøkubann er ein gongd leið. Vit mugu fyrihalda okkum til tann veruleikan, at fosturtøka altíð fer at fara fram, uttan mun til um vit banna tí ella ei. Spurningurin verður tí, um føroyskar kvinnur skulu fáa fosturtøku framda í Føroyum ella uttanlands, og hvussu læknafrøðiliga trygg viðurskifti vit vilja bjóða teimum kvinnunum, sum vilja hetta.

Hagtølini vísa, at sera fáar fosturtøkur verða framdar í Føroyum við tí lóggávuni, sum vit hava í dag, og tað eri eg sera fegin um.

Nær er eitt fostur – eftir floksins ella tínum tykki – eitt menniskja, ið eigur at hava sama krav um lógarvernd sum eitt føtt menniskja?

– Flokkurin hevur onga støðu hesum viðvíkjandi. Sjálvur meti eg ikki, at tað er rætt at áseta eitt vikutal á, nær eitt barn er fevnt av lógini.

Sambært lógini verður eitt og hvørt livandi føtt barn til ein løgfrøðisligan persón í sambandi við føðingina. Her verður ikki gjørdur munur á ov tíðliga føddum børnum og øðrum. Foreldrini fáa foreldramyndugleika og kunnu taka avgerðir vegna barnið, men er talan um barn í lívsvanda, eiga læknarnir rætt til at viðgera barnið uttan loyvi frá foreldrunum.

Um so verður, at dagføring av verandi fosturtøkulóg kemur til viðgerðar í næsta valskeiði, ætlar tín flokkur so at virka fyri broytingum, og um so er, hvørjum?

– Í løtuni hava vit ongar ítøkiligar ætlanir um at virka fyri broytingum í fosturtøkulógini.

 

Jógvan Skorheim, formaður fyri Sjálvstýri, svarar:

Tekur tín flokkur undir við sonevndari fríari fosturtøku áðrenn eitt ávíst vikutal? Um flokkurin ikki hevur eina og somu støðu til spurningin, hvat er so tín egna støða?

– Í etiskum málum hevur flokkurin ikki eina samlaða støðu, men er tað upp til hvønn einstakan. Sjálvur havi eg ongantíð latið nakran iva vera um, at eg vil verja fostrið, frá tí tað verður gitið, og tí eri eg ímóti fríari fosturtøku.

Nær er eitt fostur – eftir floksins ella tínum tykki – eitt menniskja, ið eigur at hava sama krav um lógarvernd sum eitt føtt menniskja?

– Læknavísindin er so at siga samd um, at lívið byrjar í tí løtuni, tá eggið verður gitið. Tá byrjar eitt nýtt og serligt lív, sum veksur og mennist. Persónliga eri eg sannførdur um, at tað er her, lívið byrjar, og tað er her, rættindini hjá fostrinum/barninum byrjar.

Um so verður, at dagføring av verandi fosturtøkulóg kemur til viðgerðar í næsta valskeiði, ætlar tín flokkur so at virka fyri broytingum, og um so er, hvørjum?

– Verður fosturtøkulógin sett til viðgerðar komandi valskeið, vóni eg, at meiri verður gjørt fyri at tryggja – við lóg – hjálp og upplýsing til tær mammur og foreldur, ið koma í støður, har tey umhugsa fosturtøku. Fyribyrging, upplýsing og hjálp til foreldrini má gerast partur av lógini.

 

Høgni Hoydal, formaður fyri Tjóðveldi, svarar:

Tekur tín flokkur undir við sonevndari fríari fosturtøku áðrenn eitt ávíst vikutal? Um flokkurin ikki hevur eina og somu støðu til spurningin, hvat er so tín egna støða?

– Tjóðveldi hevur ikki eina felags støðu til henda spurning.

Mín støða er, at møguleiki eigur at vera fyri fosturtøku, men vit eiga at gera alt fyri, at tað vera fáar fosturtøkur. Tað eigur at vera mark fyri, hvussu langt í eini viðgongu ein fosturtøka kann fremjast. Fleiri onnur lond hava 12 vikur sum mark fyri, nær kvinnan sjálv kann avgera, um hon ynskir fosturtøku. Hugtakið frí fosturtøka sipar helst í hesum spurningi til, at kvinnan einsamøll ger av, um hon vil hava fosturtøku framda.

Tey, ið siga seg taka undir við ‘fríari fosturtøku, nýta ofta argumentið, at kvinnan sjálv hevur avgerðarrætt yvir egnum kroppi og eigur avgerðina um fosturtøku  upp til ávísa viðgongulongd, vanliga 12 vikur. Mín støða er, at vit, sum er, veita hjálp og ráðgeving til tær kvinnur, sum eru viljað við barn, tær fáa eftirlit og hjálp í samband við barnsburð.

Vit veita hjálp til tær kvinnur, sum ikki eru við barn og ikki vilja vera við barn, tær fáa fyribyrging ella sterilisatiónsskurð. Eisini tær kvinnur, sum ikki eru við barn, men ynskja at verða við barn, fáa hjálp. Tær verða kannaðar og viðgjørdar fyri barnloysi og fáa um neyðugt hjálp til eftirgjørdan gitnað. Sjálvandi eiga vit eisini at bjóða hjálp og ráðgeving til tær fáu kvinnur, sum eru óviljað við barn. At sleppa hesum kvinnum uppá fjall er ikki i lagi, tær hava tørv á hjálp og ráðgeving eins og hinar. So at veita ta hjálp og ráðgeving, ið kvinnan hevur tørv á í samband við avgerðina um fosturtøku, gevur møguleika fyri, at kvinnan sjálv tekur avgerðina í málinum. Hetta er ein loysn, har samfelagið tekur ábyrgd, og atlit verða tikin til sjálvsavgerðarrættin hjá kvinnuni yvir egnum kroppi. Ein tílík loysn kundi verið til 12 vikur.

Nær er eitt fostur – eftir floksins ella tínum tykki – eitt menniskja, ið eigur at hava sama krav um lógarvernd sum eitt føtt menniskja?

– Nær eitt fostur er eitt menniskja, er ein stórur spurningur. Tá eitt gitið egg hevur deilt seg í fleiri kyknur, hevur tað sínar egnu arvaeginleikar, sum koma frá eggi og sáði, men eru serstakir fyri hetta gitna eggið. Gitna eggið hevur, um tað fær møguleikan at festa seg í slímhinnuni í eini lívmóður, møguleikan at blíva til eitt fullborið barn. Sostatt er gitna eggið fyrsta støðið á ferðini til at gerast eitt barn, ið kann yvirliva ‘leyst’ av mammuni, tá tað er ‘nóg gamalt’. Tíðliga á ferðini frá gitnum eggi, til eggið festir seg í lívmóðurslímhinnuni, til eitt fosturskap við sjálvstøðugum hjartaslátti, hevur gitna eggið ófrávíkiligan tørv á at vera í lívmóðurini hjá mammuni.

Undir viðgongutíðini gongur kvinnan til kanningar fyri at tryggja, at tað gongur, sum tað skal. Endamálið við kanningunum er at tryggja, at barnið trívist, sum tað skal, OG at mamman ikki fær nakrar av teimum sjúkunum, sum kunnu raka barnakonur. Hóast atlit til fostrið er ongin ivi um, at atlitini til mammuna viga tyngri, um ein lívshóttandi støða hendir. Tá fostrið er undir ein ávísan aldur, yvirlivir tað einans inni í lívmóðurini, men sum fostrið veksur og verður eldri, kann tað yvirliva uttanfyri lívmóðurina við vanda fyri álvarsligum fylgjum. Men tá fostrið er yvir ávísan aldur, er sera sannlíkt, at tað klárar seg fínt uttanfyri lívmóðurina. Líkamikið hvussu ‘gamalt’ fostrið er, er tað byrjað sum eitt gitið egg.

Tað er ongin ivi um, at eitt fostur, sum er fullborið, er eitt menniskja, hóast tað ikki fær ‘legalan status’, fyrr enn tað er føtt.

Tað er heldur ongin ivi um, at eitt fostur, sum verður føtt ov tíðliga, er eitt menniskja.

  • Eitt barn, sum er føtt alt ov tíðliga og fær álvarlig seinárin av tí, er eisini eitt menniskja.
  • Eitt barn, sum er føtt alt ov tíðliga og ikki yvirlivir, er eisini eitt menniskja.
  • Ein kvinna, sum fer at bløða í 11. viku og kastar burtur, missir møguleikan at møta tí barninum, hon kundi fingið, um fostrið hevði vaksið víðari..
  • Ein kvinna, sum fer at bløða og kastar burtur í 5. viku, er fostrið tá eitt menniskja?
  • Ein kvinna, ið verður viðgjørd fyri barnloysi og fær tikið fleiri egg, eru øll tey gitnu eggini menniskju?

Mín meting er, at flestu okkara ikki uppfata tey eggini, sum verða gitin við hjálp í starvsstovu, sum menniskju, hóast tey hava møguleikan at gerast menniskju, um tey verða løgd í eina lívmóður og sleppa at vaksa har.

Men júst hvar markið gongur, frá at eitt gitið egg gerst menniskja, havi eg ringt at meta um. Tað er tó ongin ivi um, tá ein skanning vísir eitt fostur við ørmum og beinum og hjartaslátti, at hetta er eitt lítið menniskja.

Tá tað kemur til spurningin um, nær eitt fostur eigur at hava rætt til somu lógarvernd sum eitt føtt menniskja, meti eg ávísar avbjóðingar vera. Tað er tó mín sannføring, at tað eins og í føroyskari praksis í dag skulu takast størst møgulig atlit til at verja fostrið í móðurlívi.

Um so verður, at dagføring av verandi fosturtøkulóg kemur til viðgerðar í næsta valskeiði, ætlar tín flokkur so at virka fyri broytingum, og um so er, hvørjum?

– Tað er ongin ivi um, at fosturtøkulógin, sum við einstøkum broytingum er frá 1956, eigur at verða eftirhugd. Lógin endurspeglar ikki tann veruleika, vit liva í í dag. Har eru tilsipingar í lógartekstinum, sum ikki hava relevans í dag. Í dag fáa allar barnakonur tilboð um skanning í viðgongutíðini, og møguleikin neyvt at staðfesta graviditetslongdina er ein heilt annar enn fyrr. Eisini ber til at staðfesta summar arvaligar sjúkur væl fyrr í viðgongutíðini.

Sum dømi kunnu nevnast grein 1 – 3) sum vísir til åndsvaghed, fare for epilepsi og annað. Í dag verða meira neyvar genkanningar gjørdar í sambandi við arvaligar sjúkur, so upplagt at eftirhugt hesa greinina við atliti at hesum.

Eisini grein 1 stk. 3, sum vísir til, um kvinnan gerst við barn eftir neyðtøku. Ásetingin vísir, at neyðtøkan skal vera meldað til løgregluna, og mett skal vera, at grundarlag er at reisa ákæru, áðrenn ein fosturtøka kann vera framd. Í dag fáa kvinnur, sum melda neyðtøkuroynd til løgregluna beinanvegin tilboð um kanning hjá serlækna, har støða eisini verður tikin til at geva sokallaða ‘post-coitala-kontraceptión’, eisini kallað angribolli, sum kann fyribyrgja einum graviditeti.

Eisini verður í lógini víst til ‘Mødrehjælpsinstitutioner’ og nevnt, at so leingi hetta ikki er í Føroyum, kann fosturtøkuloyvi gevast á annan hátt. Tað vil siga, at lógin leggur upp til, at verandi praksis (yvir 60 ár) er fyribils. So her er eisini nakað konkret at broyta.

Samanumtikið eigur lógin at verða eftirhugd og broytt, og møguleikin fyri fosturtøku eigur at vera til staðar í Føroyum.

Dentur eigur at verða lagdur á at gera tað atkomuligt hjá fólki, kvinnum, ungum sum tilkomnum, at fáa lætta atgongd til fyribyrging. Í hesum sambandi er vert at umhugsa eina skipan, har atkoman til lækna, gjarna serlækna í kvinnusjúkum, gerst betri fyri kvinnur, sum ynskja vegleiðing í samband við fyribyrging. Vit eiga at geva kvinnum bestu møguleikar at velja ta fyribyrging, sum egnar seg til teirra, tí tað er tann fyribyrgingin, sum riggar. Eisini er vert at umhugsa kostnaðin av fyribyrging, kanska átti tað at verið ókeypis? Ella lægri kostnaður?

Í samband við at abortlógin verður eftirhugd og ætlandi broytt, eru hetta viðurskifti, ið støða eisini eigur at verða tikin til.

 

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, svarar:

Tekur tín flokkur undir við sonevndari fríari fosturtøku áðrenn eitt ávíst vikutal? Um flokkurin ikki hevur eina og somu støðu til spurningin, hvat er so tín egna støða?

– Nei, Miðflokkurin tekur ikki undir við at nokta nøkrum komandi føroyingi rættin til tað lív, sum vit, ið liva, hava fingið. Vit harmast um, at lívmóðurin, ið átti at verið tryggasta staðið í alheiminum, er vorðið ótryggasta. Umleið 50 milliónir verða dripin í teimum árliga, meta serkøn. Vit eru samd við móður Teresu, sum millum annað segði, at: “størsta hóttanin móti friði í dag er rópið frá tí ófødda barninum”.

Nær er eitt fostur – eftir floksins ella tínum tykki – eitt menniskja, ið eigur at hava sama krav um lógarvernd sum eitt føtt menniskja?

– Í somu løtu kyknurnar sameinast, er gitnaðarløtan; tá byrjar lívið, tá er fostrið eitt menniskja! Í tí løtuni tekur fostrið ræðið á felags likami tess og mammunar. Tá steðga hormonini, ið verða framleidd, menstruatiónini, so lív verður fostrinum lagað. Og somu hormonbroytingar broyta skap mammunar, so pláss verður fyri vaksandi barninum.

Longu í 6. viku, tá er stødd tess sum høvdið á einari knappanál, eru fyrstu rytmisku samantrekkingarnar í teim kyknum, sum seinni verða til hjartað.

Um so verður, at dagføring av verandi fosturtøkulóg kemur til viðgerðar í næsta valskeiði, ætlar tín flokkur so at virka fyri broytingum, og um so er, hvørjum?

– Ja, sanniliga fer Miðflokkurin at virka fyri broytingum, og endamálið við teimum verður, at einki fostur fær noktað atgongd til lívið. Nýggja lógin skal fyrst av øllum lógarfesta rætt fostursins, frá gitnaðarløtuni, til lív! Harnæst lógarfesta, at samfelagið hevur treytaleysa ábyrgd at veita foreldrum og/ ella einsamøllum mammum alla ta hjálp, ið teimum man tørva undir graviditetinum. Hetta fyri at viðgongutíðin fyri tey og barnið skal verða so trygg, løtt og gleðilig, sum hugsast kann.

Miðflokkurin metir, at tað at eiga børn er týdningarmesta uppgáva familjunnar, sjálvt høvuðsendamálið við lívinum og fortreytin fyri, at føroyska samfelagið yvirhøvur kann halda fram.

 

Arnfinn á Birtuni, talsmaður fyri Framtakið – fyri rættinum av velja kannabis, svarar:

Tekur tín flokkur undir við sonevndari fríari fosturtøku áðrenn eitt ávíst vikutal? Um flokkurin ikki hevur eina og somu støðu til spurningin, hvat er so tín egna støða?

– Í sokallaðum etiskum málum stendur tað øllum valevnum frítt at stemma eftir egnari sannføring. Men mín persónliga meining er… og so framvegis.

Nær er eitt fostur – eftir floksins ella tínum tykki – eitt menniskja, ið eigur at hava sama krav um lógarvernd sum eitt føtt menniskja?

– Framtakið hevur ongan førleika at siga, nær eitt gitið egg blívur til eitt menniskja. Men mín persónliga meining er… og so framvegis.

Um so verður, at dagføring av verandi fosturtøkulóg kemur til viðgerðar í næsta valskeiði, ætlar tín flokkur so at virka fyri broytingum, og um so er, hvørjum?

– Aðalmálið hjá Framtakinum er, sum navnið sigur, at geva fólkinum rætt til at velja kannabis.

Hvat okkara valevnir meina um fosturtøkulógina, er upp til hvønn einstakan.

Viðmerkingar

Til ber at viðmerkja greinina við sakligum grundgevingum og sjónarmiðum. Ein góð minnisregla: Skriva ikki annað enn tað, sum tú kanst siga við ein persón andlit til andlits. Trúboðin loyvir sær at strika viðmerkingar, sum innihalda ljótan málburð, persónsálop ella haturstalu.

Undanfarna grein

Alt til sína tíð

Les grein

Gleðiboðskapurin um halganina

Les grein
Næsta grein
A+