Hvat nú, Føroyar?
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Hetta er ein spurningur, mangur føroyingur hevur sett sær seinastu vikuna.
Fríggjadagurin kendist langur, og tá ið so triðja viðgerð var av – uttan aktiva luttøku frá samgonguni – varð í løgtinginum staðfest, at 19 tingfólk vildu eina hjúnabandsskipan av sama kyni.
Hetta nýbrotið verður av mongum mett sum eitt framstig, men hin helvtin metir hetta sum eina úttøming av kristna innihaldinum í hjúnalagnum, sambært Halgubók.
Meirilutin í løgtinginum vildi ikki veita borgarlig rættindi uttan so, at man fór inn í sjálva hjúnabandslógina. Hetta kan helst bara metast sum ein, tilvitaður ella ótilvitaður, liður í eini avkristnan. Hetta fetið var ómetaliga stórt og ikki minni provokerandi sæð í ljósinum av, at hjúnabandið altíð hevur verið halgað kvinnu og manni.
LGBT rørslan vildi hava alt ella einki, og við hesum viðvarandi radikaliteti valdi man at gera upp við siðsøgu okkara, sum sambært fleiri hevur verið diskriminerandi, og hetta er kanska eisini modernaða hugsanin um Guds sýn uppá tað hjúnabandsskipan, ið hann hevur innsett!
Longu undan løgtingsvalinum í fjør vóru mangar ávaringar havdar á lofti. Øll vistu, hvørjir flokkar vildu atkvøða fyri hesi kollvelting, og nú tykist veljarin at hava fingið, sum hann valdi. Tó eru mong, ið kundu ynskt sær eina fólkaatkvøðu um hetta, og bara hetta, serliga mál.
Mitt í meldrinum skal tó enn einaferð ljóða: Samkynd skulu vit sum kristin vera góð við, eins og vit skulu vera góð við øll onnur menniskju. Hetta er ein sjálvfylgja fyri tey allarflestu, men tá ið vit tosa um sjálva sakina, og tað mugu vit hava loyvi at kjakast frítt um, so er eitt hjúnaband ímillum ein mann og eina kvinnu.
Við lógarbroytingini tvingar Føroya Løgting túsundtals føroyingar til at taka støðu til løgtingsins- og Guds definitión av hjúnabandinum sum skipan. Hesin leikur var alt annað enn vísur sæð í ljósinum av, at innihaldið kann ikki sameinast og fer áhaldandi bert at deila tjóðina.
Avgerð løgtingsins leggur eisini eitt støðugt og vaksandi trýst á føroysku fólkakirkjuna. Skulu vit ikki enda sum fólkakirkjurnar í grannalondunum, so er spurningurin, um fólkakirkjan ikki skjótt má taka neyðug stig.
Av hesum løgtingssáðnum, sum nú er plantað, koma vit ógvuliga sannlíkt eisini at heysta annað, ið heldur ikki ber Guds signing við sær. Júst tí er tíð at vakna sum kristin. Ístaðin fyri at liggja undir mannaóttanum, latið okkum so heldur við treysti og gleði vera sannleikanum trúgv í kærleika – og tað í øllum og yvirfyri øllum.
Nú er ikki at falla í fátt, men heldur við kraftaranda bæði biðja og arbeiða.