Hvat SAT‑7 veruliga arbeiðir við – og hví kritikkurin hjá Frihedsbrevet ikki byggir á fakta

Frihedsbrevet hevur í grein 5. februar varpað ljós á menningarhjálpina, sum Føroya landsstýrið seinastu árini hevur latið til felagsskapin SAT‑7 umvegis Kirkjuligu Heimamissiónina, og vil hava hetta at líkjast, sum um Føroya landsstýri stuðlar “kristnum missiónsarbeiði í øðrum londum”. Tað er átaluvert, at ein fjølmiðil setur fram eina slíka villeiðing uttan at seta seg stórvegis inn í málið. 

Játtan til altjóða menningarsamstarv kann sambært løgtingslóg og kunngerð ikki stuðla verkætlanum, sum hava til endamáls at breiða politiskan ella átrúnaðarligan boðskap. Tað er rætt, at SAT‑7 er ein kristiligur felagsskapur. Men er kristna virðisgrundarlagið ein diskvalifikatión í sjálvum sær? Her hevur rithøvundurin á Frihedsbrevet tíverri ikki sett seg inní, hvat stuðulin í veruleikanum fer til.

SAT-7 ger eitt stórt humanitert, sosialt og almannagagnligt arbeiði í Miðeystri og Norðurafrika við at hjálpa teimum mest útsettu. Og tað er júst hetta arbeiði, sum menningarhjálpin verður latin til. Arbeiðið er grundað á kristin grundvirðir, júst sum allir vælgerandi hjálparfelagsskapir hava eitthvørt virðisgrundarlag at arbeiða út frá. 

Stuðul til at hjálpa børnum og ungum í útsettum økjum

Verkætlanin, sum Føroya landsstýrið nú hevur latið 300.000 kr í menningarhjálp til, nevnist Hope and Empowerment for the Next Generation. Málið er at hjálpa børnum og ungum undir 24 ár, sum búgva í krígsraktum, fátækum ella útsettum økjum. 

LES EISINI  Rópini frá Iran bróta seg ígjøgnum stongdu alnótina

Nógv børn í økinum hava onga atgongd til skúla og liva undir ógvuliga strongdum umstøðum. SAT-7 sendir skúlaundirvísing umvegis satelitt-sjónvarp, talgildar pallar og sosialar miðlar, har tey fáa grundleggjandi útbúgving (læra at lesa, skriva, rokna v.m.), og læra aðrar lívsførleikar so sum lívsmeistran, at byggja sjálvsvirði, góða sálarheilsu, treystleika, sunnar relatiónir og at koma seg eftir trauma.

SAT-7 sendir eisini tilfar, sum stimbrar undir at byggja eitt sunt, inkluderandi og fjølbroytt samfelag, fremur javnrættindi millum kynini (nógvar gentur sleppa ikki at ganga í skúla), mótarbeiðir stigmatisering og lærir børn empati.

Endurreisa vón í Afghanistan umvegis útbúgving

Síðan Taliban tók ræði aftur í Afghanistan í 2021, er skúlaskipanin í landinum vorðin alsamt meira avmarkað. Nærum 2,2 mió. gentur eru bannaðar frá at koma í framhaldsdeild og fáa víðari útbúgving. Sum svar uppá hetta ger persiskt-talandi kanalin hjá SAT-7 skúlasendingar á Dari-málinum fyri at læra afghansk børn at lesa og skriva.

– Okkara børn ganga ikki í skúla, sigur ein hyggjari úr Afghanistan. Eg plagdi at senda tey til lokalu átrúnaðarligu leiðararnar at læra at lesa og skriva, men har vórðu tey tíverri bukaði viðhvørt. Í okkara bygd valdu vit so at byrja undirvísing í Dari málinum. Tá sendingarnar vóru, samlaði eg 8 børn og 2 vaksin í einum rúmi, og vit fylgdu undirvísingini hjá SAT-7. Hesar sendingar hava verið ógvuliga góðar fyri okkara børn, og eg vil takka tykkum, tí tykkara undirvísingarháttur er effektivur fyri tey.

LES EISINI  Landsstýrið veitir stuðul til SAT-7

Eitt annað dømi er My School, sum er arabisk skúlasending hjá SAT-7 Kids, ið sendir dagliga undirvísing í lærugreinum so sum arabiskum, enskum, matematik, vísindi og fronskum. Sendingin er gjørd serliga til børn, sum ikki kunnu koma í skúla vegna konfliktir ella fátækradømi. Skúlastovan flytur ístaðin inn í teirra heim og gevur teimum atgongd til skúla, har tey eru.

Yvirskipað sær fevnir verkætlanin, sum Føroya landsstýrið stuðlar, um fylgjandi átøk tvørtur um Miðeystur og Norðurafrika:

  • útbúgving til børn, sum hava mist skúlagongd vegna kríggj
  • psykososiala hjálp og styrkjan av sjálvsvirði hjá ungum
  • javnstøðuátøk, har bæði gentur og dreingir læra um sínar rættindi
  • undirvísing um felagsskap, rættvísi, sálarliga heilsu og persónliga menning

Misskiljingin hjá Frihedsbrevet skapar eina skeiva mynd

Rithøvundurin á Frihedsbrevet setur løgmanni spurningin, um tað er dupultmoralsk at forbjóða útlendskari fígging í Føroyum, tá landsstýrið um somu tíð stuðlar kristiligum missiónsarbeiði í øðrum londum. Uppfylgjandi spyr Frihedsbrevet – við einum sterkum undirtóna, at hetta er dupultmoralsk og ikki eigur at vera gjørt – um løgmaður ætlar at steðga hesum stuðlinum.

LES EISINI  Stórar broytingar í Iran

Allir vælgerandi felagsskapir byggja á grundleggjandi virðir og prinsippir –– og arbeiða út frá hesum. Stuðlaðu verkætlanirnar hjá SAT-7 snúgva seg ikki um tað, sum Frihedsbrevet kallar kristiligt missiónsarbeiði, men um at hjálpa øðrum menniskjum út frá kristnum grundvirðum, ið vit taka fyri givið í okkara samfelag, og sum eru vorðin altjóða viðurkend mannarættindi í nógvum londum í dag. 

Takk, Føroya Landsstýri, at tit vilja stuðla einum so góðum arbeiði sum tí hjá SAT-7, ið Kirkjuliga Heimamissiónin hevur samstarva við yvir mong ár!

Jákup Brúsá, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina