Jesu uppreisn broytir alt

Jesu uppreisn broytir alt! Uttan hana var eingin gleðiboðskapur, eingin frelsa og eingin ævig vón. Paulus sjálvur undirstrikar hetta: “men er Kristus ikki risin upp, tá er trúgv tykkara til einkis, tá eru tit enn í syndum tykkara” (1. Kor. 15,17).

Men um Jesus reis upp frá deyðum, so broytir tað allar fortreytir fyri, hvussu vit skilja lívið, og hvussu okkara æviga lagna sær út. Uppreisnin staðfestir alt, sum Guds orð lærir okkum. 

“Trýrt tú veruliga, at Jesus gekk á vatninum,” varð eg einaferð spurdur. Jamen, um Jesus reis upp frá deyðum, so er restin smáting. Piparnøtur! Deyðin er okkara størsti fíggindi – og at vinna á sjálva deyðanum er tað størsta, vit kunnu uppliva. Menniskjan hevur við læknavísindi avrikað nógv; men at steðga og vinna á deyðanum megna vit ikki. 

So um tú ivast í Bíbliuni og kristna boðskapinum, so er Jesu uppresin eitt gott stað at byrja. Tí Jesu uppreisn broytir alt!

LES EISINI  Nethandilin manna.fo hevur fingið nakrar fáar páskakalendarar

Just remember that death is not the end – soleiðis ljóða orðini í væl kenda sanginum hjá Bob Dylan. Minst til, at deyðin er ikki endin. Deyðin fær ikki seinasta orðið. Hetta er kjarnin í páskaboðskapinum. 

Jesus offraði seg sjálvan á krossinum fyri at bera alla heimsins synd. Og triðja dagin reis hann upp frá deyðum fyri at staðfesta sigurin á tí ónda. Elligomlu profetaorðini í skapanarsøguni vóru nú uppfylt; avkom Evu hevði morla høvur slangunnar. 

Grøvin sterka rivnað er,
Jesus reistur upp man vera,
Blóðið hans, ið runnið er,
Syndarar man fríar gera.
“Hin krossfesti”, so er skrivað,
“er í grøv ei, hann man liva.

Jesus stóran sigur vann,
fyri meg hann hevur vunnið,
nú eg Guði prísa kann,
tí eg havi Jesus funnið;
ei eg nú kann óttast vanda,
himmalin man opin standa.

Mín Jesus livir, og tí skal eg liva. Gleðiligar páskir til okkum øll!

Kirkjuliga Heimamissiónin

LES EISINI  Nógv fólk á Ungdómspáskastevnu í Havn
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina