Saman kunnu vit fáa úrslitið í javnvág í 2026
Góðu missiónsvinir
Fyrst av øllum siga vit hjartans tøkk fyri tykkara stuðul til arbeiðið hjá Heimamissiónini. Hvør gáva ger mun, og vit eru takksom fyri trúfesti og vælvild.
Á høvuðsstýrisfundi í farnu viku varð fíggjarstøðan 2026 endurskoðað.
Nú árið nærkast endanum, hava vit tørv á eini eyka hjálp. Nýggjasta framrokningin vísir, at vit kunnu vænta eitt hall á umleið 300.000 kr. í 2026. Tí heita vit á vinir og stuðlar um at hjálpa okkum at fáa ársúrslitið í javnvág.
Hví er tørvur á eyka stuðli?
Gávumildni hevur verið stórt. Bæði fastar gávur, innsavningar og aðrar gávur eru øktar fyrstu níggju mánaðirnar samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Samlaðu inntøkurnar fyri árið væntast eisini at verða nakað hægri enn ætlað, men útreiðslurnar eru øktar enn meira.
Serliga hava eyka útreiðslur til Leguhúsið í Nesvík ávirkað fíggjarstøðuna. Olja og el væntast at kosta 138.000 kr. meira enn ætlað, og ein skaði á heittvatnsrørum hevur higartil kostað 125.000 kr. Harumframt hevur viðlíkahaldið verið dýrari enn ætlað, samstundis sum inntøkurnar hjá Leguhúsinum hava verið lægri enn í fjør.
Vilt tú hjálpa okkum á mál?
Málið er at savna 300.000 kr. afturat innan árslok, so vit, við støði í verandi framrokning, kunnu enda 2026 við javnvág í rakstrinum.
Tað kann tykjast nógv, men um vit eru fleiri, sum lyfta í felag, ber tað til. Til dømis røkka vit málinum, um 300 gevarar lata 1.000 kr. hvør, ella 600 gevarar lata 500 kr. hvør.
Hevur tú møguleika at lata eina eyka gávu? Allar upphæddir eru kærkomnar.
Tú kanst lata tína gávu á konto 6460-151.376.3 og viðmerkja gáva.
Hjartans tøkk fyri, at tú stendur saman við okkum — og fyri hvørja gávu, stóra sum smáa.
Vinarliga
Leiðslan í Heimamissiónini
Jákup Brúsá




