Hvat skulu vit gera í heyst?
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Skúlarnir byrja aftur, og vónandi verður ikki leingi, inntil vit aftur kunnu hittast í teimum kristnu felagskapunum. Fyrireikingar til nýggju árstíðina eru byrjaðar, og beint nú er eitt gott tíðspunkt at spyrja tykkum sjálv og Gud, hvat ætlanin er við tykkara arbeiði nú í heyst.
Tað er týdningarmikið, at tey, ið hava fingið eina álítandi uppgávu ella starv innan kristiligt arbeiði, tora at taka við avbjóðingini og eru við til at seta rætta kós. Tí um ikki, so er rættiliga sikkurt, at vit náa til jólar, uttan at nøkur broyting er farin fram í missiónshúsinum. Kanska bara at alt stendur í stað ella enntá gongur aftureftir.
Um Andin skal ráða, er tørvur á leiðslu.
Tað er ikki altíð lætt at lata Andan ráða. Tí, um Heilagi Andin skal ráða, mugu vit velja at lurta eftir honum og gera eftir boðunum, hann gevur okkum. Um vit bara leggja okkum at slappa av, hoyra vit ikki tað, ið Andin roynir at fortelja okkum. Um vit skulu flyta okkum frameftir, hava vit tørv á leiðslu. Soleiðis er eisini í Guds ríki. Tann amerikanski trúboðarin Wesley L. Duewel segði einaferð: ”Tað er ikki nóg mikið at hava eina arbeiðssama kirkju, eina vinarliga kirkju ella eina evangeliska kirkju, um vit skulu ávirka samfelagið fyri Kristus. Tað krevur eina brennandi kirkju, leidda av leiðarum, ið eisini brenna fyri Gud.”
Tí vil eg fegin eggja tykkum til at biðja fyri komandi árinum – fyri tykkara endamálum. Nýtið eina løtu til at lurta og latið Heilaga Andan fortelja tykkum, hvat faðirin hugsar og ætlar at gera í heyst. Skulu fleiri gerast betri til at biðja, mugu tit seta bøn á dagsskránna. Skulu fleiri blíva frelst, mugu tit tryggja tykkum, at tit eisini fortelja Guds orð fyri teimum ófrelstu. Skal ein nýggjur barnaringur byrja, skulu nakrar heilt nýggjar ætlanir ígongd.
Og minnist til: Gud leiðir okkum ofta so langt út, at vit ikki megna arbeiðið uttan hann, og lærir okkum eina rúgvu um at virka í trúgv. So verð ikki bilsin, um Gud hevur størri ætlanir við tykkara felagsskapi enn tit.