Hvønn týdning hevur føstan fyri teg?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

So varð aftur føsta, og vit verða mint á pínslusøgu Jesusar. Meðan vit (kanska hava tíð at) steðga á og hugsavna okkum um Jesu krossarveg, so er vert at lýsa nøkur viðurskifti.

Skriftirnar vísa okkum á, at Jesus varð fyrst dømdur av teimum átrúnaðarligu leiðarunum, áðrenn hann varð sendur til Pontius Pilatus. Jødisku leiðararnir høvdu átrúnaðarligar orsøkir at fella dóm yvir Jesus, ið mangan lá í stríði við teir.

Sum so mangir aðrir lærarar, so hevði Jesus eisini ein lærusveinaflokk, men sjálvur hevði hann ikki prógv fyri nøkrum rabbiheiti. Kortini talaði hann við einum myndugleika sum eingin annar, og hetta var mongum lærdum ein sonn provokatión.

Tá ið hann eisini fyrigav syndir, so var ovboðið, og jødisku leiðararnir ákærdu Jesus fyri at spotta Gud. Fyri slíkt var deyðadómur, sambært Móselóg.

Fyri alt hetta var Jesus kortini ikki bangin fyri at lata sítt týðuliga vei-róp yvir teir skriftlærdu og fariseararnar, og segði millum annað: Hvussu kunnu tit sleppa undan helvitis dómi? (Matt 23,33b).

Hetta er tann sami Jesus, ið gjørdi krav uppá at vera Messias, Guds sonur, og við honum var Guds ríki komið nær, og júst tí bað hann fólkið venda um. Hesin radikalitetur var ov harður kostur fyri teir átrúnaðarligu leiðararnar, ið síðani lótu tann syndafría krossfesta.

2000 ár seinni er tað nærum ómøguligt fyri vesturlendingin at skilja, hvussu stór vanvirðingin í krossardeyðanum var. Kortini varð Jesu krossardeyði prædikaður við miklari kraft av teimum fyrstu kristnu – bæði fyri jødum og heidningum.

Kristna fólkið visti, at í orðum og verki Jesusar lá ein serligur máttur, og tí kundi ápostulin siga: Gleðiboðskapurin er Guds kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr. Kunnu vit boða annað? Eisini tá ið vit vita, at Jesus valdi krossin í tí tilvitan, at tað var tann týðiligasti hátturin at forkasta syndina. Krossurin sigur okkum frá, hvussu álvarsom syndin er.

Í sama sónandi krossardeyða boðar Golgataverkið okkum eisini Guds náði og kærleika, og tí er vón fyri øllum, ið leita sær til Jesus.

Við tí fullkomna kærleikanum sendi Gud einborna sonin frá krubbu til kross, og hesa føstu kunnu vit so enn einaferð takka Jesusi fyri hansara lýdni, ja, lýdni til deyða.

Kristna frælsið kallar enn dagliga á tilvitanina hjá Guds fólki. Hann, ið var árvakin og stríddi til tað síðsta, hevur eisini kallað okkum til eitt virkið lív í bøn, tilbiðan og tí góða gerninginum.

Sum eitt privilegium hava vit eisini mong gudshús kring landið, har við frítt kunnu savnast undir Guds livandi og máttmikla orði. Latum okkum koma saman og tæna tí líðandi Kristi, – eisini um tað skuldi kostað okkum líðing.

Tolsemi mótvegis orðum Jesusar er minkandi, og við lívsins álvarsemi í huga, er nú tíð at vakna úr andligum svøvni.

Tann, sum hevur oyru at hoyra við – hann hoyri. Tann, sum hevur varrar at tosa við, kann í undran lovprísa hinum krossfesta og upprisna frelsara okkara, Jesus Kristus.

Latum okkum hoyra og játta Jesunavnið! Góða føstu.