Hvønn týdning hevur tað at hjálpa børnum, sum vaksa upp í heimum, har rúsur er ein avbjóðing?

Missiónshúsið Tabor á Toftum verður karmur um landsfundin hjá Bláa Krossi Føroya, sum í ár verður 16. og 17. mars. Tiltakið er bæði aðalfundur og landsfundur hjá stóra diakonala felagsskapinum, og millum tiltøkini á skránni er pallborðsfundur við umboðum frá øllum politisku flokkunum um omanfyrinevnda evni.

 

Blái Krossur er ein kristiligur hjálpar- og fráhaldsfelagsskapur, sum virkar fyri at hjálpa teimum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella -evnum og familjum teirra, eins og felagsskapurin ger eitt stórt fyribyrgjandi arbeiði. Árliga landsstevnan byrjar leygardagin kl. 14 við aðalfundi sambært viðtøkunum.

“Øll hava rætt til góð barnaár”

Eina løtu seinni – kl. 15.30 – verður almennur pallborðsfundur, har fokus verður sett á eitt evni, sum Blái Krossur hevur gjørt nógv við seinastu árini, nevniliga at øll hava rætt til góð barnaár. Hetta er heitið á einum støðugum átaki hjá Bláa Krossi, og á pallborðsfundinum fara umboð fyri allar teir politisku flokkarnar at tosa um hetta evnið og um, hvønn týdning tað hevur at hjálpa børnum, sum vaksa upp í heimum, har rúsur er ein avbjóðing. Jón Brian Hvidtfelt verður orðstýrari á fundinum, og Sløkkiliðsmenninir syngja.

Leygarkvøldið skipar Blákrossungdómur fyri ungdómsmøti kl. 20.

Sunnudagsskúli og syngið-við sunnudagin

Seinna dagin á landsstevnuni verða tvey tiltøk. Kl. 14 er sunnudagsskúli við Tóru Norðgerð. Barnakórið í Tabor syngur, og børnini fáa ballónir og sunkist.

Síðsta tiltakið á stevnuni í ár verður kl. 18, tá høvi verður at syngja góðar andligar sangir saman við harmonikuvinum.

Skráin fyri aðalfundin og landsfundin hjá Bláa Krossi Føroya