Hvør er næsti mín?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hesin spurningur rakti meg, tá ið eg sat og hugdi at sjónvarpstíðindum nú eitt kvøldið. Í tíðindafrásøgn úr Miðeystri varð vitjað í einari tómari og skaddari kirkju. Býurin varð nýliga frælsur aftur, eftir at IS-herdeildir vóru riknar úr býnum. Meðan IS-herdeildir høvdu havt ræðið á býnum, vóru tey flestu kristnu flýdd úr landinum, og kirkjan hevði verið nýtt sum tilhaldsstað hjá IS-hermonnum. Í tómu kirkjuni gekk nú ein einsamøll eldri kvinna, ið royndi at turka dust av einstøkum halgimyndum, ið eftir vóru í kirkjuni. Men útlitini fyri, at kirkjan aftur verður nýtt sum kirkja, eru døpur. Nærum øll tey kristnu í býnum flýddu undan IS-herdeildunum, uttan henda einsamalla eldri kvinnan. Hóast býurin nú var frælsur aftur, var misálitið millum gamlar grannar so stórt, at kvinnan ikki væntaði, at kristnu flóttafólkini úr býnum nakrantíð venda heimaftur.

Kvinnan greiddi tíðindamanninum frá, at IS-herdeildir høvdu brent bíbliur og annan kristnan lesnað, ið var í kirkjuni. Sjálv royndi hon at fáa fatur á bíbliunum fyri at krógva og varðveita tær. Tískil greiddi hon IS-hermonnunum frá, at hon ætlaði at brúka tær til pinnabrenni heima við hús. Men teir ánaðu óráð og beindu fyri øllum bíbliunum í kirkjuni. Nú gekk so henda einsamalla kvinnan eftir í tómu kirkjuni.

Meðan eg sat og hugdi, kom spurningurin til mín: Hvør er næsti hennara? Hvør fer at hjálpa henni? Hvør fer at bera býnum nýggjar bíbliur? Hvør fer at boða fólkinum í býnum gleðiboðskapin um Jesus?

Spurningurin “hvør er næsti mín?” er ein stórur spurningur. Ein spurningur, ið rakar øll kristin menniskju. Ein spurningur, ið ikki bara snýr seg um Sýria og Miðeystur. Ein spurningur, ið ikki bara snýr seg um mína heimbygd, mína familju ella mínar vinir.  Ein spurningur, ið heldur ikki bara snýr seg um at hjálpa mínum trúarfeløgum.

Hóast mín ella tín hjálp bara er ein dropi í stóra havinum, so kann hjálpin frá júst mær ella tær til næsta okkara tendra eina vón, ið annars ikki hevði verið tendrað.