Hvussu hava tit tað?

Verið tí Gudi undirgivnir! Men standið ímót djevlinum, tá skal hann flýggja frá tykkum. Haldið tykkum nær at Gudi, so skal hann halda seg nær at tykkum.

Ják 4,7-8

Vit eru noydd at síggja í eyguni, at alt til okkara seinastu stund eru vit undir álopum djevulsins. Tað verður sagt um ein prest í Himmerlandi á mínum ungu prestadøgum, at hann ofta spurdi fólk einsæris: “Hvussu hava tygum tað við Jesus?” So við og við lærdu hansara kirkjufólk at siga: “Jú, takk, gott!” Men síðan segði presturin: “Hvussu hava tit tað so við Sátan?” Hesin spurningur er heilt sambæriligur. Tí tað er Harri okkara, Jesus, sum hevur ávarað okkum ímóti honum. Heldur tú teg nær at Gudi, fært tú teg royndan. Vit stríðast ikki bara við hitt ónda í okkum sjálvum, okkara djúpa eginkærleika, fáfongdini, men eisini móti einum ósjónligum fígginda, ið nærkast okkum uttanífrá og teskar til okkara í óvardum løtum. Tú fert inn at bilhúsdurinum, og áðrenn tú hevur opnað dyrnar, teskar ein rødd innan í tær: um tú í gáloysni gloymdi at opna dyrnar og setti bilin í gongd, hevði tú eftir fáum minuttum fingið ein lættan deyða. Tú skal jú doyggja einaferð álíkavæl. Tú veitst ikki frammanundan, hvørjar pínslur og eyðmýkingar, tær møtir. Lýð á míni góðu ráð: ger skjótt av og ger ein enda á óvissuni!

LES EISINI  Andakt til tey gomlu 33

Tú hevur bert eittans at gera – fylg Jesusi! Stríðið hevur hann strítt og vunnið sum bróðir okkara. “Vík frá mær, Sátan! Tú ert mær ein meinbogi; tú gáar ikki eftir tí, ið Guds er, men bara á tað, menniskju eru.” Hetta segði Jesus einaferð við Pætur. Jesus hoyrdi óndu teskanina av vælmeintu ráðum Pæturs: spar teg sjálvan!

Vík afturum meg, Sátan! Eru Jesu egnu orð, og tá ið vit taka tey í okkara munn, tá eru vit á hansara síðu. Tað er eins, og tá ið vit biðja Faðirvár; bønin, hann sjálvur lærdi okkum. 

“Eg fátækur og veikur eri, o, náðiríki Jesus, kom, í sáladýpið tú mær beri títt náðar evangelium, at eg tað má í barmi bera og tí um ævir sælur vera!”

Slb. 264,5 

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina