Í einum sjónarmiði mistók Jenis seg nokk 

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Tað vakti ans, tá ið Jenis av Rana í síðstu viku segði, at hann ikki kundi peika á ein samkyndan forsætisráðharra. Útsøgnin ljóðaði soleiðis: «Tað at liva sum sokallaður homosexuellur, tað er í stríð ímóti tí grundlóg, sum eg persónliga havi, og sum Miðflokkurin hevur, og sum eg eisini haldi, at Føroyar hava» 

Tað er ongin ivi um, at grundlógin, sum Jenis vísir til er Bíblian. Og ja, Bíblian tekur ikki undir við samkyndum lívshátti. Ja, Miðflokkurin tekur heldur ikki undir við hesum. Men nei Jenis: Ein meiriluti av føroyska fólkinum hevur ikki longur Bíbliuna sum grundlóg fyri teirra lívi. 

Flestu fólk viðurkenna tó, at tey trúgva, at ein Gud er til. Men tað eru nógv, sum sjálvi vilja siga, hvussu Gud skal síggja út, hvat hann skal hugsa og hvussu hann skal uppføra seg. Í fleiri ár er Bíblian skúgvað til viks, og verður ikki hildin at vera ein nóg góð kelda til at fáa sínar meiningar frá.  

Fyri ein bíbiltrúgvan kristnan kann hetta tykjast sum ein andsøgn. Hvussu kann ein trúgva, at Bíbliunar Gud er til, og samstundis seta hansara meiningar til viks og halda, at tær hava minni týdning ella eru týdningarleysar. Tað tykist at vera í so sjálvsikkurt, at tað í longdini skal bera til at seta ein Gud, sum man trýr er til, til viks. 

Men, soleiðis er støðan í dag. Fleiri hava víst á, at Jenis av Rana áleggur Bíbliuni so stóran týdning, at hon ávirkar hansara politikk. Í álopinum á formannin í Miðflokkinum avdúka tey samstundis ein ótrúliga mótsigandi atburð. Tey ákæra bíbliu fundamentalistarnar, sum Jenis av Rana, fyri at vera ótollyntar. Men ongin er so ótollyntur, sum tann tollynti er, tá ið hann møtir einum, sum hann heldur vera ótollyntan. Næmingar á Glasir vóru sinnaðir at útihýsa Jenisi av Rana frá einum valfundi, og harvið útihýsa hansara bíbiltrúgvu meiningum frá einum fólkaræðisligum samfelagi. Í Løgtinginum tykist eisini, sum meirlutin ikki heldur, at ein bíbliutrúgvur kann sita í Landsstýrinum. LGBT og wokeness bylgjan vísa enn einaferð sín ótollynta atburð, sum ferð eftir ferð roynir at skamma og steingja fyri teimum, sum ditta sær at koma við atfinningum ímóti teimum og teirra endamáli. 

LES EISINI  Lat stýrimannin føra skútuna!

Samvitskufrælsið er undir stórum trýsti. Lat meg undirstrika, at eg ikki haldi, at LGBT hevur skyldina av hesum, um tey tó, í mínum eygum, eiga stóran part av ábyrgdini fyri væntandi rúmligheitini, sum spírar í føroyska samfelagnum. LGBT er í hesum sambandi bert ein partur av einum mentunarráki, sum hevur floymt yvir vesturheimin seinast áratíggjuni. Í ávísan mun eru vit øll børn av okkara tíð, og ávirkaði av teimum post-kristnu rákunum, sum streyma inn yvir heimin. Vit eiga tí øll part í skyldini og mugu harvið eisini átaka okkum ábyrgdina fyri at tryggja okkum frælsisrættindi. Herundir frælsi at hugsa og trúgva. 

Hetta krevur, at fatanin verður endurskoðað, soleiðis at hóast man sjálvur er gudleysur, ella hevur avgjørt at seta seg sjálvan omanfyri Gud, sum man trýr er til, so kunnu onnur væl hava møtt nøkrum, sum er størri enn tey, og sum hevur fingið avgerandi týdningin fyri, hvussu tey fata lívið og heimin, tey liva í. Samvitskufrælsi krevur virðing og eyðmýkt yvir fyri tí, sum liggur uttanfyri tað, sum vit kunnu síggja, máta og viga. 

LES EISINI  Kirkjan hevur ongantíð áður staðið í slíkari støðu

Føroya fólk hevur ikki Bíbliuna sum felags grundlóg í hjartanum, fyrr enn fólk sinna seg og aftur taka Gud, sum tey siga seg trúgva á, í álvara. Tað er tí eitt aktuelt evni, sum vit taka upp, tá ið vit í vikuskiftinum bjóða til Stórmøti í høllini á Skála undir yvirskriftini Eitt lív – tveir vegir. Gud vil, at vit taka hann í álvara, og vit hava bert eitt lív at gera hetta í. So møguliga er tíðin komin at taka sína viðurkenning, at Gud er til í somikið stórum álvara, at tað fær avgerandi ávirkan á títt lív? 

Tí vit eru framvegis nógv, sum kunnu vitna um persónligar sannroyndir av, at Gud er til. Tá ið ein ávís Bók hevur so stóran týdning fyri okkum, so er tað ikki einans vegna bókina sjálva, men tí at har býr meira undir. Á ymiskan hátt hava vit sæð loynidómin ímillum allar bókstavirnar í hesi Bók. Vit vita væl, at fyri onnur kann hetta tykjast undarligt, ja møguliga enntá tápuligt. Men mitt ímillum allar bókstavirnar sóu vit nakað, sum ikki ber til at greiða frá, men einans kann upplivast. Og hóast vit væl skilja, at onnur ikki hava funnið loynidómin, so biðja vit, í allar eyðmýkt, um somikið av virðing, at pláss eisini er fyri okkara sannroyndum.  

LES EISINI  1917 - tíðin er veruligi fíggindin!

Til endans er vert at leggja afturat, at neyvan er nakar í danska Fólkatinginum meira samdur við Jenisi av Rana um LGBT, enn júst Søren Pape Poulsen. Hann hevur ikki nógv til yvirs fyri hesi sosialistisku vinstrarørslu og bylgjuni av Wokeness, sum LGBT ríður á. Søren Pape Poulsen – og flokkur hansara – viðurkenna eisini alment, at tað einans eru tvey kyn, og eru farin í hernað við felagsskapin Sex og Samfund, sum umboðar LGBT hugsjónina um, at talan er um fleiri kyn. Um sæð verður burtur frá, at Søren Pape Poulsen livir sum samkyndur, so er hann, eftir valið, tann floksformaður, sum Jenis av Rana væntandi er mest samdur við, nú Kristendemokraterne ikki vunnu upp um tinggáttina. Hann hevur jú eisini hómað, at ein loynidómur er í Bókini, og tí gongur hann regluliga í kirkju. Eg vóni, at hann ein dag eisini finnur loynidómin, tí tað er fantastiskt at kenna Hann. Eisini um hetta førir við sær, at man knappliga verður noyddur at síggja seg sjálvan við heilt nýggjum eygum. 

AM umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina