Í Fuglafirði verður missiónsvika alla næstu viku
Thabor í Fuglafirði skipar fyri møtum og øðrum tiltøkum hvørt kvøld í næstu viku, tí tað er missiónsvika.
Lagt verður fyri mánakvøldið 27. januar klokkan 19.30, tá Árni Jacobsen úr Leirvík talar og Hannis Hansen syngur.
Týskvøldið talar nýggi trúboðarin Ólavur Jacobsen úr Hósvík, og Jan Jacobsen úr Klaksvík syngur. Tá verður savnað inn til Kirkjuligu Heimamissiónina.
Mikukvøldið klokkan 19.30 er evniskvøld. Tað er Ragnhard Petersen, sum viðger evnið “Hví eru evangeliini álítandi?” Katrin Petersen og Judith R. Petersen syngja.
Hin nýggi trúboðarin sleppur eisini framat, tí hóskvøldið klokkan 19.30 talar Carsten Fonsdal Mikkelsen av Skála, og John Eliassen syngur.
Fjølbroytt skrá um vikuskiftið
Fríggjakvøldið er lagt av til familjumøti við Jastrid á Dalbø. Barnakórið av Strondum vitjar, og Thabor bjóðar døgurða.
Leygardagin verða heili trý tiltøk. Klokkan 9.30 er morgunmatur, áðrenn Bergur D. Joensen av Argjum klokkan 10 hevur ein bíbliutíma við evninum “Luther”.
Klokkan 19.30 er møti við Jógvani Steintún úr Sørvági, og Jórun Pólsdóttir syngur. Síðsta tiltakið leygardagin er ein ungdómsløta klokkan 22. Á skránni er lovsangsløta og andakt.
Síðsti dagurin á missiónsvikuni er sunnudagin. Klokkan 11 er sunnudagsskúli, og klokkan 12 er gudstænasta. Klokkan 18 er møti, har Øssur Kjølbro talar og manskórið í Thabor syngur. Tá verður eisini savnað inn til Thabor, og nátturði verður aftaná.
Vøkru myndina á faldaranum, sum er gjørdur í sambandi við missiónsvikuna, og sum eisini er brúkt omanfyri greinina, hevur Suffía Nón gjørt.