Missiónsvika í Gøtu 16.-23. februar
Missiónshúsið Bethania í Gøtu bjóðar til missiónsviku í døgunum 16.-23. februar 2025. Byrjað verður nú sunnudagin við familjumøti og hildið verður fram frá týsdegnum, tá møti eru á skránni hvørt kvøld til og við sunnudagin 23. februar.
Áp. 4,12: “Og ikki er frelsa í nøkrum øðrum; tí at ikki er heldur nakað annað navn undir himlinum, givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við.”
Sunnudagin 16. februar, kl. 16.00
Familjumøti við heimligum kreftum
Innsavnan til sunnudagsskúlan
Døgurði verður at fáa eftir møtið
Týsdagin 18. februar, kl. 19.30
Møti við Hera Kjærbo
Gospelkórið Lanterna framførir
Mikudagin 19. februar, kl. 19.30
Møti við Petur Martin Glerfoss
Símun Christian Olsen framførir
Hósdagin 20. februar, kl. 19.30
Møti við Símun Persson Jacobsen
Lilja Klein Joensen framførir
Fríggjadagin 21. februar, kl. 20.00
Møti við Elsu Østergaard
Dávur á Reynatrøð og Tummas Martin Jacobsen framføra
Leygardagin 22. februar, kl. 19.30
Møti við Ann Hermansdóttir
Jóhan Magnus Gunrim framførir
Sunnudagin 23. februar
Kl. 11 Altargongdsguðstænasta við Ova Brim
Sunnudagsskúli í kirkjukjallaranum
Kl. 18 Møti við Tummas Lykke Kannuberg
Brúgv framførir
Innsavnan til nýggja missiónshúsið
Møtini verða í kirkjukjallaranum við Gøtugjógv.
Bønarløta verður í kapellinum hálvan tíma áðrenn møtini.
Drekkamuður verður eftir hvørt møti (sunnudagin 16. februar verður nátturði).
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Nýggja missiónshúsið
Arbeiðið at byggja nýggja missiónshúsið er nú komið so mikið væl áleiðis, at miðjað verður eftir at taka tað í nýtslu seinni í hesum árinum.
Til ber at lata eina peningagávu til nýggja missiónshúsið á kontu 6460-179.452.5. Takkað verður hjartaliga fyri allar gávur.