Í gjár og í dag hin sami …

Til allar tíðir hava stórmenni verið frammi. Tað eru kongar, keisarar og aðrir, sum hava framt stórverk og sum fólk hava verið hugtikin av. Teir hava verið stórmenni í tíðini, sum teir livdu í, og summar kunnu vit lesa um í søgubókunum.

Men sum vit syngja um í jólasálminum: Ætt eftir ætt søkkur undir mold… Prædikarin sigur í 3.kap.: Fyri øllum er ein avmarkað stund, og ein og hvør lutur undir himlinum hevur sína tíð: At føðast hevur sína tíð, og at doyggja hevur sína tíð; at seta niður hevur sína tíð, og at taka upp tað, sum niður er sett, hevur sína tíð.

Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir.
Hebr.13,8

Jesus var eisini ein maður, sum jødar sóu nakað stórt í og vildu gera hann til kong teirra. Tá ið ætlanirnar hjá jødum miseydnaðist, og Jesus varð førdur fram fyri Pilatus, svaraði hann upp á spurningin frá Pilatusi: Ríkið mítt er ikki av hesum heimi.

Umstøðurnar hjá menniskjum broytast við tíðini, men broytast menniskju við? Vit broyta okkum eftir teimum umstøðum, sum eru í tíðini, sum vit liva í, men hjá Jesusi er eingin broyting. Jesus er hin sami, sum tá ið hann gekk her á jørð. Sum tað verður sagt í Hebr. í gjár,í dag og um allar ævir. Tí Jesus er ævigur.

Jesus kom í heimin at frelsa allan heimin. Í kærleika sínum til okkum menniskju læt Guð Jesus, sín einborna son, føða inn í heimin til at bera alla heimsins synd, tá ið Jesus varð krossfestur á Golgata. Men Jesus varð ikki liggjandi í grøvini. Páskamorgun reis hann upp frá deyða. Hann vann á deyðans valdi, og tá ið hann fór heim í dýrdina til faðir sín, sendi hann lærusveinar sínar út til at boða gleðiboðini um seg. Teir skuldu fáa kraft til tað við Heilagum Anda.

Og soleiðis komu gleðiboðini eisini til okkara. Jesu orð og verk hansara eldast ikki. Hann er sum hin tryggi kletturin í tíðarhavinum. Vit menniskju eru avmarkað av tíðini og rúminum. Við framburðinum innan fyri teldutøknina tey seinastu 30 – 40 árini eru rúm- og tíðfunktiónirnar ógvuliga nógv broyttar hjá okkum menniskjum. Vit kunnu taka lut á fundum í Avstralia, meðan vit sita her í Føroyum, og vit kunnu eisini koma í samband við onnur, hvar tey eru stødd í verðini, bara um tøknin er til staðar og riggar. Ja, vísindin heldur seg til tíðir at yvirvinna Jesus. Men Jesus er hin sami – hann er ikki bundin av tíðini og rúminum.

Jesus er online allan sólarkringin. Í sanginum: Tann dagur, tú gav…verður sagt í 4.ørindi: Tann sól, sum á kvøldi til hvíldar oss vísir, hon øðrum boðar til dagsins gerð,…Er tað nakað vit menniskju tráa eftir, so er tað tryggleika. Jesus er tryggleikin. Hann er hjá okkum á degi og á nátt. Hann er altíð hjá okkum. Vit kunnu altíð trygt leggja alt okkara lív í hansara hendur. Hann skilir okkum – hann kennir okkum. Hann vil taka bústað í hjørtum okkara. Hann vil persónliga hava við okkum at gera. Hann vil sleppa at signa og halga lív og verk okkara. Og tíðarstreymurin fer við okkum. Tí skal áminningin eisini ljóða her: Hav Jesus við í øllum verki.

Tá ið ísraelsmenn fóru sína oyðimarkarferð úr Egyptalandi vísti Guð teimum vegin við einum skýstólpa um dagin og einum eldstólpa um náttina. Hann sendi teimum manna av himni hvønn morgun, so teir kundu eta seg mettar, og um kvøldið lat hann fuglar detta niður, so teir fingu alt tað kjøt, teir kundu eta. Vatn gav Guð teimum at drekka úr klettum. Klæðini á likami teirra vórðu ikki slitin, og føtur teirra trútnaðu ikki tey fjøruti árini, teir hildu til í oyðimørkini.

Ja, sjálvt tá ið vit hava stigið seinasta stigið her á fold, vil faðir okkara á himli eisini lýsa fyri okkum og leiða okkum inn í sítt æviga ríki.

Ein tíð er at velta á foldum,

Ein tíð tá ið heystartíð er.

Tá arbeiðið ein dag er endað,

Vit síggja hvat heystið tað ber.

Tað verkið, sum Jesus fullgjørdi

Um ævir for Guði skal stá.

Hans navn veri ærað, tað heldur

Tú liva og doyggja kanst á.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina